Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

FRANKLIN GRAHAM ÓYNSKTUR - ikki rúm fyri honum!

Kristiligar Tíðindasendingar | 01/03-2020 17:00
Franklin er kendur at prædika ein einfaldan evangeliskan boðskap!

Í hesum tíðum eru tað 65 ár liðin síðani heimskendi evangelisturin, Billy Graham sáli, hevði síni fyrstu stórmøtir (crusade) í Bretlandi. Sonur Billy Graham, Franklin Graham, sum vitjaði í Føroyum í 2015 og sum eisini ferðast kring heimin við evangeliinum, ynskir, saman við bretum, at minnast hesa stórhending. 

Í hesum sambandi hevur felagskapurin, Billy Graham Evangelistic Association, við Franklin Graham á odda, ætlanir at skipa fyri evangeliskum stórmøtum í 10 størri býum í Stóra Bretlandi í ár. Fyrireikingarnar byrjaðu í fjørð, har Jógvan Zachariassen, pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, er við í fyrireikingartoyminum í Bretlandi. 

Ætlanin er, at tiltakið skal fara av bakkastokki 30. mai í ár, tá stórmøtini byrja í 10 býum í alt, og seinasta møti verður eftir ætlan 04. oktober í London, í stóra bygningsverkinum Millennium Dome, sum varð bygt og reist fyri 20 árum síðani í samband við aldarskifti. Hetta verður fyrsta átak av sínum slag í hesum stóra og kenda bygningi. 

ÓYNSKTUR
Eftir ætlan skal tiltakið fara av bakkastokki undir heitinum UK2020 (UNITED KINGDOM 2020), men tá alt hetta er sagt, so má sannast í dag, at stórt skarð er komið í evangelisku verkætlanina hjá Franklin Graham. 

Tað er felagsskapurin hjá samkyndum, kendur undir heitinum LGBT, sum hevur latið ljóð hoyrast í hesum sambandi, og eisini hava muslimskir felagsskapir í Bretlandi víst mótstøðu ímóti verkætlanini. Bæði LGBT og muslimskir felagsskapir hava sagt, at  mótstøðan, sum Franklin Graham hevur víst mótvegis homoseksualiteti og Islam, eigur at vísast aftur við at nokta Franklin Graham at hava ætlaðu stórmøtini í Bretlandi. Tey siga, at Franklin Graham stendur fyri hatursrøðum og homo- og islamfobi. 

Hesar protestir frá LGBT og Muslimum hava higartil úrslitað í, at møtini eru fyribils avlýst í sjey býum. Í New Castle, har ætlanin er at hava eitt av stórmøtunum, hevur borgarstjórin í býnum sagt: “Eg trúgvi ikki, at tað er rúm fyri honum í býi okkara, tí hetta slagi av atburði samsvara ikki virðunum í býi okkara!” Franklin Graham gevur til kennar á sínum facebookvanga, “at hansara endamál við jubileumsvitjanini í Bretlandi er ikki at koma við haturstalu, men at prædika ein greiðan gleðiboðskap um kærleika Kristusar til øll menniskju, tí vit eru øll syndarar, írokna eg sjálvur, og hava brúk fyri Guds fyrigeving.”

Annars sigur Franklin Graham, at hann framvegis er vónríkur og roknar við at fullføra verkætlanina í Stóra Bretlandi.  


Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com

   


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi