Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Femifagnaður: Tiltøk í sambandi við altjóða kvinnudagin 2020

Innanlands, Mentan | 02/03-2020 13:00

Barsil og brunsj, feminisma og filmur! Ein heil vika av fjølbroyttum, feministiskum tiltøkum, sum millum annað fevna um áhugaverda vitjan úr Íslandi, eina ljóðtøkniverkstovu og eina fagnaðarmáltíð í Mettustovu. 

Femifagnaður er hátíðarhald og markering av kvinnudegnum 8. mars. Fagnaðurin setur javnstøðu á breddan á alskyns hátt. Handan Femifagnað eru felagsskapirnir Amnesty International Føroyar, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Frítt Val – fyri fríari abort og Damudomi.

Skráin fyri Femifagnaðin 2020: 

Mánadagur 2. mars

#MínAbort

Tað er sjáldan, at vit hoyra persónligar søgur um abort í Føroyum. Hetta er skilligt, tá kjakið um abort er so hitað, sum tað er. Við tiltakinum vilja vit í felag bróta tøgnina um abort í Føroyum. Á skránni verður upplestur av abortsøgum og prát við kvinnur, sum hava tikið abort.

Stað: Reinsaríið

Kl. 20:00 – 21:00


Týsdagur 3. mars

Kvinnur sum tingmenn

Barsilsfyrilestur í sambandi við Femifagnað 2020.
Løgtingskvinnan Hervør Pálsdóttir kemur at halda fyrilestur um hví orð hava týdning. Hervør fer at práta um málið sum hon og Ingilín Strøm hava lagt fyri Løgtingið, um at kvinnur og menn skulu arbeiða undir heitinum løgtingsfólk og ikki løgtingsmenn og hví tað hevur týdning.

Stað: Norðurstova í Norðurlandahúsinum

Kl. 11:00

 

Mikudagur 4. mars

The Cave

Filmsfelagið vísir virðislønta filmin The Cave, sum snýr seg um barnalæknan Amani og starvsfólkum hennara, sum reka eitt loyniligt sjúkrahús í Sýria, har tey hjálpa ofrum fyri krígnum í landinum. Haifa Awad, lækni, sum er úr Sýria og býr í Danmark fer at byrja filmssýningina. Haifa Awad hevur starvast á Landssjúkrahúsinum sum lækni.

Stað: Havnar Bio

Kl. 20:00

 

Hósdagur 5. mars

"Samtykki - lóg ella hugburður?"

Vit seta sjóneyku á seksuell rættindi, og hvat seksuellur harðskapur fevnur um? Síðani seta vit spurningin, hvussu vit skapa eina sunna samtykkimentan? - er tað við lóg ella hugburði? Á skránni verða upplegg frá KYN og Kvinnuhúsinum og síðani fer umboð frá Amnesty Danmark at greiða frá arbeiðnum við eini nýggjari samtykkilóggávu í Danmark.

Stað: Reinsaríið

Kl. 20:00 – 21:30

 

Fríggjadagur 6. mars

IceFemIn, Icelandic Feminist Initiative, er ein bólkur av kvinnum við hollum royndum og vitan innan landsfyrisiting, akademia og vinnulív. Tær hava verið virknar í politikki og arbeiðinum fyri javnstøðu í Íslandi í fleiri áratíggju. Nú verður gjørligt at hoyra Danfríður Skarphéðinsdóttir og Sigrún Jóhannesdóttir greiða frá sínum arbeiði og hugleiða um javnstøðuviðurskifti.

Stað: Norðurstova í Norðurlandahúsinum

Kl. 14:00 – 15:30

 

Leygardagur 7. mars

Ljóðtøkniverkstova
Í sambandi við Femifagnaðin 2020 skipar Damudomi fyri ljóð-tøkni verkstovu fyri diskarar og elektroniskar tónleikarar. Støði verður tikið í at seta teldu og ljóðkort (inkl. kontrollarar og midi-keyboards) til eitt annlegg, fáa ljóð ígjøgnum hátalararnar og stilla ljóðið rætt.
Øll eru vælkomin. Einki gjald er ásett fyri luttøku. Ístaðin verður ein bússa á staðnum, har luttakarar kunnu lata eitt egið ásett peningaligt virði í, um hugur er til tað.

Útgerð - komponentar og leidningar.
Bind útgerðina saman.
Stilla ljóðið, finn feilir, miksari og equalisari.
Stað: Perlan

Kl. 12:00-15:30

 

Sunnudagur 8. mars

Fagnaður í Mettustovu

Kom í hugnaligu Mettustovu til 8. mars brunsj við breyði frá Breyðvirkinum, sum ungu kvinnurnar Fríða og Randi hava stovnað. Astrid Andreassen fer at greiða frá um flotta veggjaprýðið í Mettustovu, sum hon hevur gjørt. Har verða eisini tónleikaframførslur við Anniku Malunardóttir og Sunnvá Midjord Mikkelsen, stuttar røður og upphiting til bussferðina og tiltakið í Fuglafirði.


Stað: Skipar Hansensgøta 5 (úti á Reyni)

Kl. 13:00 – 15:00 

 

Endabrak í Fuglafirði

Kvinnudagurin endar við einum braki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Spennandi og fjølbroytt skrá er tøk á netinum. 

Kl. 14:30 fer ókeypis bussur úr Havn til tiltakið í Fuglafirði. Bussurin koyrir aftur til Havnar eftir tiltakið. Elisa Vang verður ferðaleiðari. GG: tilmelding til busstúrin er neyðug.

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi