Samrøða: Elisabeth Skarðhamar Olsen um Matvit 2020
LJÓÐBROT: Komandi leygardag verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum við heitinum Matvit 2020. Tað er ein ráðstevna, sum snýr seg um umhvørvisvinarligt jarðarbrúk og matsjálvbjargni í Føroyum.
Ráðstevnan er fíggjað av Granskingarráðnum, tí hon er liður í einum granskingarsamstarvi millum Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Slow Food Føroyar og Elisabeth S. Olsen, sum er ph.d.- granskari.
Í lýsingini um Matvit stendur, at fyriskipararnir ynskja at skapa vitan og kjak um umhvørvisvinarligt jarðarbrúk í Føroyum, og eisini um hvussu vit á bestan hátt kunnu stuðla og stimbra staðbundna matbúskapinum í Føroyum og eggja til eina gongd, ið kann gera Føroyar meira sjálvsveitandi við matvørum.
Tað verður eisini kjak um lendisnýtslu í Føroyum, og um hvussu korini fyri keypi og sølu av føroyskum rávørum kunnu betrast - bæði fyri framleiðaran og keyparan.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og fyrireikararnir vóna serliga, at persónar, sum fáast við ella kundu hugsað sær at fingist við jarðarbrúk, fara at koma.
_________________________
Trýst á pílin omanfyri fyri at lurta eftir samrøðuni við Elisabeth Skarðhamar Olsen, sum er ein av fyriskiparunum av Matvit 2020.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











