Miðvika við Kára P. Højgaard (16) - Gestur: Jógvan við Keldu
Seinasta Miðviku-sendingin á hesum sinni.
Jógvan við Keldu er gestur hjá Kára P. Højgaard í sendingini Miðvikan á R7.
Jógvan hevur havt eitt ríkt og fjølbroytt lív og hevur royndir sum kantórmaður, vinnulívsmaður, kommunalpolitikari og borgarstjóri í Klaksvík, løgtingsmaður landstýrismaður og kórleiðari v.m.
Hetta verður samstundis fyrstu ferð, at Jógvan við Keldu alment greiðir frá hendingini, tá Fólkaflokkurin koyrdi seg frá sum landstýrismann í Innlendismálum.
Sum nevnt í yvirskriftini, so verður hetta 16. og seinasta Miðvikan á hesum sinni.
Tá eg fekk eina áheitan frá R7 um at framleiða nakrar sendingar seinnapart mikudag, var tað við spenningi og samstundis ávísum ivasemi,at tikið var av hesi avbjóðing.
Nú er avtalaða uppgávan fyri R7 liðug, og nógvir lurtarar kring landið hava havt sera positivar viðmerkingar um Miðvikuna. Ein situr eftir við kensluni, at áhoyrararnir hava verið glaðir fyri sendingarnar, tí er tað við takksemi, at árarnar sum vertur verða lagdar inn á hesum sinni.
Hjartans tøkk til fyritøkurnar Bergsteinar, Bovling & matur í Leirvik, Bakkafrost, Posta, Ryterna, Hotel Bakkin, Grótvirkið í Skopun, Skorsteinsservican og Tavan í Leirvík, ið hava stuðlað sendingarnar.
Somuleiðis eina stóra tøkk til tykkum mongu, sum játtaðu at luttaka og vóru við til at seta tykkara dám á Miðviku-sendingarnar til gamans og álvara.
Seinast men ikki minst, tøkk til mongu og trúgvu lurtararnar, sum trúliga hava fylgt sendingini, og tøkk fyri mongu fløvandi viðmerkingarnar, tit hava havt til Miðvikuna.
Kári P. Højgaard
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra sendingina.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur