Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir nýggjur skúlaleiðari í Frískúlanum í Havn
Skúlastýrið fyri Frískúlan í Havn hevur sett Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir sum skúlaleiðara, nú sitandi skúlaleiðarin, Sharon Weiss, fer frá fyri aldur.
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, sum í løtuni starvast á Santa Frants skúla, er útbúgvin myndlistafólk, fólkaskúlalærari, sprogpilot og AKT- lærari.
Í viðmerking til R7 sigur Aggi, at klassisk undirvísing innan tekning, málarí, listasøgu og tað narrativa verða ein týðandi partur av fundamentinum fyri skúlan framyvir, men hon leggur eisini dent á málmenning og tað kreativa.
- Kreativitetur er lyklaorðið fyri Frískúlan, og fyri meg fevnir kreativitetur breitt. Kreativitetur røkkur eisini útum tann listarliga grundtankan, vit skulu eisini serliga hugsa um tað innovativa, at kveikja íverksetarspírar, sigur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir.
Aggi tekur við starvinum sum leiðari á Frískúlanum í Havn tann 1. juli 2020.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur