Regin á Bakka er millum mætastu laksaframleiðarar í Evropa
Virðið á heimsins laksaframleiðslu er í dag upp á einar 100 milliardir krónur. Og ein av fremstu alarunum í evropa í dag er Regin á Bakka. Tað skrivar norski miðilin, ilaks.
Norski fjølmiðilin, ilaks, hevur gjørt eitt yvirlit yvir størstu og sterkastu ídnaðar-leikarnar í laksavinnuni, og sum nummar 10 í heiminum kemur stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen.
Um nummar 1, sum er norðmaðurin, Gustav Witzøe. Um hann sigur ilaks:
Ongin hevur forvunnið meira pening upp á laks Gustav Witzøe. Hann byrjaði við at yvirtaka eitt trotabúgv á Frøya í 1991. Í dag hevur Witzøe valdið á SalMar, sum hevur eitt virði upp á 24 milliardir krónur. Í dag er hann sjálvur stjóri í SalMar, sum annars hevur havt líka nógvar stjórar, sum elskaða fótbóltslið hansara, Rosenborg, hevur havt venjarar.
Um Regin Jacobsen sigur ilaks: Stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, tók við keypinum av The Scottish Salomon Company stigið frá at vera Føroya mætasti maður til eisini at vera ein av femstu laksa-toppunum í Evropa.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur