Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

35 deyð av korona á sama røktarheimi í USA

Heilsa, Uttanlands | 20/03-2020 12:15

35 fólk eru deyð av koronavirusi, og øll hava tey búð á sama røktarheimi beint uttanfyri Seattle í USA. Orsøkin er allarhelst tann, at starvsfólk eru farin til arbeiðis við teimum eldru hóast starvsfólkini hava verið sjúk.

Bara hetta síðsta døgnið eru tíggju skrásett afturat, sum eru deyð á hesum sama røktarheiminum, Life Care Center. Røktarheimið er í Kirkland, sum er ein forstaður til stórbýin Seattle í USA.

Av teimum 150, sum í alt eru deyð av koronasmittuni í USA, eru 65 deyð í statinum Washington, har júst Seattle er størsti býurin.

Amerikanski stovnurin fyri smittusjúkur og fyribyrging, CDC, hevur kannað røktarheimið Life Care Center, og niðurstøðan er tann, at fleiri starvsfólk fóru til arbeiðis, sjálvt um tey vóru sjúk, og at fleiri av teimum arbeiða á ymsum stovnum fyri at forvinna sær nokk til livikostnaðin - og soleiðis kunnu spjaða smittuna.

- Starvsfólkunum tørvaðu pengarnar, tey hava ikki sjúkrafráveru, tey kenna ikki sjúkueyðkennini - ella vilja ikki viðurkenna, at tey hava verið sjúk, sigur Jeff Duchin, sum er lækni á staðnum. Hann leggur afturat, at ongin hugsaði um covid-19, tá farsóttin júst var byrjað. Granskararnir funnu eisini eina aðra orsøk til, at so nógv doyðu, nevniliga at starvsfólk manglaðu persónliga trygdarútgerð og at tað var ov lítið av uppvenjing í samband við smittuna.

David Grabowski, sum er granskari við Harvard Universitetið, sigur, at nógv av starvsfólkunum á ymsu røktarheimunum eru láglønt og arbeiða tí eisini í bæði handlum og matstovum fyri at klára seg.

- Vit kunnu vænta at uppliva nógv líknandi virusútbrot, sum hetta í Kirkland, sigur David Grabowski at enda.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi