Medisin framleiðari hevur tvífaldað prísin fyri møguligum koronaheiligvági
Amerikanski medisin framleiðarin Rising Pharmaceuticals liggur inni við eini møguligari viðgerð móti koronavirus. Talan er um heiligvágin, klorokin, sum vanliga verður brúktur til at viðgerða malaria, men sum nú gevur góð úrslit í viðgerðini av koronasjúklingum. Klorokin hevur í mong ár verði brúkt at basa febur kring heimin.
Í januar mánaða, tá koronavirus gjørdi nógv um seg í Kina, hækkaði Rishing Pharmaceuticals prísin á klorokin heiligvági við 98 prosentum. Tað skrivar Financial Times.
Medisin framleiðarin hevur síðani sagt við Financial Times, at príshækkanin var tilvildarlig og at ætlanin er at lækka prísin aftur. Kortini hevur Rishing Pharmaceuticals ikki koyrt prísin niður aftur.
Læknar í fleiri londum eru annars farnir at brúka klorokin í viðgerðini móti korona. Hetta hendur m.a. í Fraklandi, Polandi og Avstralia.
Rishing Pharmaceuticals marknaðarførur ikki klorokin sum heiligvág móti korona, men sølan av klorokin er fimmfalda síðani vit hava fingið koronasmittuna, skrivar Financial Times.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur