Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (94) - 25. mars 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (16) - Gestur: Jógvan við Keldu
EvR
Á Torginum 17. mar. 2020 - Ein dag í senn - John í Skemmuni 1. partur
EvR
Kelduvaðið 15. mar. 2020 - Møti úr Betesda, Páll Poulsen 'Krossfesting Kristusar'
Leysaløtan
Samrøða: Birita Nolsø, sum fæst við mindfulness, um amboð vit kunnu brúka tá vit eru merkt av angist og stúran
Leysaløtan
Samrøða: Poula Patursson, granskari og kost­ráð­gevi í heilsuverki­num, um at styrkja mótstøðuførið í kroppinum
Leysaløtan
Samrøður: Lis Mortensen, Poul Michelsen og Thormann Kruse, um fjarhita sum orkuloysn til føroyingar
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 13. mar 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (15) - Gestur: Annika Olsen
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági, um komandi íbúðarbygging í kommununi
Nova
Samrøða: Vágbingu­rin Hans Poulsen, sum í 1960 flutti úr Vági til Vestmanna at arbeiða
Nova
Samrøða: Heri Mortensen, framleiðslu­stjóri hjá SEV, um ymisku útbyggingar­nar hjá SEV í Suðuroy
EvR
Á Torginum 10. mar. 2020 - Ein dag í senn - Eliesar Poulsen
Nova
NOVA úr Suðuroynni (36) - 09. mar 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (2) - 9. mars 2020
EvR
Kelduvaðið 8. mar. 2020 - Poul Jóhan Djurhuus 'Akkerið - Orðið 'Tá Kristus kom'
Leysaløtan
Samrøða: Kári Mortensen og Hanus Vang, um umhvørvisvinarligar sólorku­skipa­nir í Føroyum
Leysaløtan
Samrøða: Elin Lindenskov, frá Rudda Føroyar, um komandi tiltakið Burðardyggir vanar
Leysaløtan
Samrøða: Elisa Vang, sum skal vera ferðaleiðari á bussi úr Havn til Femifagnaðin í Fuglafirði
Leysaløtan
Samrøða: Hervør Pálsdóttir, um javnstøðu­stríð og hví orð hava týdning
Lýsing
Lýsing

Jaspur Langgaard: vit eiga at klára eina kreppu

Innanlands, Lesarabrøv | 24/03-2020 11:50

Heimsins ríkasta land - vit eiga at klára eina kreppu

Tað vísir seg, at føroyingar altíð standa saman, tá kreppur raka okkum. Eg meti, at í núverandi ekstremu kreppustøðu, eiga vit allir føroyingar at vísa okkara solidarisku evni. Skjót tiltøk eru neyðug og tey eiga at verða so mikið munagóð, at skaðiligu avleiðingarnar av kreppuni kunnu avmarkast mest møguligt

Samfelagið endavent og lukkað niður

Nú liggja Føroyar meira og minni sosialt og búskaparliga lamnar, har fólk ikki longur kunnu savnast, starvsfólk eru send til hús og fyritøkur eru latnar aftur. Helst er hetta byrjanin til størstu búskaparkreppu í nýggjari tíð, altjóða og í Føroyum - ein kreppa, sum minnir okkum um kreppuna í 90-unum. Hetta er kortini ein øðrvísi kreppa, sum vit kunnu minka avleiðingarnar av og sum vónandi gongur skjótari yvir enn aðrar kreppur, men hvat gera vit framyvir?

 

Vit í tí framkomna Vesturheiminum tosa altíð nógv um vælferðarsamfelag, fíggjartrygd, heilsuverk, útbúgving og nógv onnur fyribrigdi nú seinastu árini. Ofta hevur verið spurt, nær sokallaða búskaparliga boblan mundi fara at bresta, sum vit hava stúrt fyri. Vit hava eisini dugað væl at tosa um at hava tamarhald, fyrilit, skynsemi og nógv onnur fín orð hava verið uppi og vent. Men nú datt líkasum alt á gólv. Hvat gera vit framyvir?

 

Vit standa saman, tá kreppur raka okkum

Umframt tað at fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum, hvat gera vit so næst? Eg meti, at í hesari ekstremu kreppustøðuni, eiga vit allir føroyingar at vísa okkara solidarisku evni.

 

Henda kreppan kann raka sera meint nakrar vinnur, t.d. arbeiðspláss í ferðavinnuni, í undirhaldsvinnuni og á matstovum. Og tey, sum liva av tí, hava nú ongar møguleikar at vinna sær pening, nú eftirspurningurin meira og minni er dottin burtur.

 

Hvør skal traðka til, kundi verið ein góður spurningur at sett til øll Føroya fólk. Vit hava sæð vælvild á Facebook og øðrum støðum, har fólk fegin vilja hjálpa hvør øðrum sjálvboðið, og bara vera ein góð grannahjálp. Hvør hevur nú til yvirs at geva av síni stóru ogn, kundu vit spurt. Hvat við tryggingarfeløgum, bankum, ALS o.a, sum hava langt niður á kistubotnin og djúpar lummar. Um vinnan ikki megnar at fóta sær nú, verður fallið stórt, tí eiga vit at veita teimum stuðul, ið tørva tað - tí arbeiðsloysið kann gerast sera stórt, verða neyðug og munagóð tiltøk ikki sett í verk.

 

Eingin veit við vissu, men øll gita, nær henda sóttin fær ein enda, so samfelagið kann lata upp aftur og virksemi sleppur á rull. Tær nýggjastu kvalifiseraðu gitingarnar siga, at vit kunnu vænta, at umleið 18% av fólkinum ikki fær arbeitt í einar 2-3 mánaðar fram. Hugsa tær, hvørjar ringvirkningar tað hevði havt á arbeiðsloysið, um eingin fekk arbeiðsloysisstuðul sum eitt ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, so kundu nógv enda í langtíðararbeiðsloysi umframt mist arbeiðspláss.

 

Sjálvandi skal ALS og aðrir stovnar, sum eiga nógv niðurfyri veita arbeiðsleysum stuðul. Sambært endamálsorðingini hjá ALS stendur: “At veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys.” 

 

Kanska áttu onnur, sum eiga nógv niðurfyri at veitt rentufrí lán til smærri fyritøkur og annað, so tær ikki hvørva úr vinnuni.

 

Eg meti, at í hesari ekstremu kreppustøðu eiga vit at hjálpa hvørjum øðrum, alt hvat vit klára. Tann fría kappingin í vinnuni er ikki viðkomandi í hesum undantakstíðum, tí vit øll hava brúk fyri hvørjum øðrum, soleiðis at vit halda lív í samfelagshjólunum.

 

Veitingar, sum koma til teirra, sum í løtuni eru arbeiðsleys, skulu ikki útnyttast fyri vinning og til at ríka seg upp við, men sum ein fíggjarligur stuðul til tær fyritøkur, sum verða hart raktar av almennu tiltøkunum o.a., og skulu sleppa undan at siga fólki úr starvi. Við at gera hetta, verður vinnulívið minst møguligt rakt, so tað kann sleppa so skjótt í fulla ferð aftur, tá tað verður møguligt. Tá verða vónandi so fá varandi arbeiðsleys, soleiðis at núverandi loysn um arbeiðsloysisstuðul sum ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, verður ein fyrimunur fyri ALS eftir hesa kreppuna ella upp á sikt.

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Klæmund Ovason Johannesen situr í sóttarhaldi á Tvøroyri. R7 hevur tosað við Klæmund, og greiðir hann soleiðis frá:
ALS-lógin varð broytt fyri at lofta samfelagnum
Tað gongur væl hjá Rognkelsistøð­ini í Svínoy
Johnny í Grótinum: Nei, tað er ikki størsti vøksturin higartil!
Bloggari: Eg má viðganga, at eg havi verið eitt sindur niðri í kjallara­num í morgun
Hoyr Helga Abrahamsen syngja Fagra blóma
Føroyar er best í heiminum at kanna fyri korona
Símun Hammer, stjóri hjá VRG: Búskaparligu avleiðingar­nar av at Corona
Aksel V. Johannesen: Í hesum døgum er ikki pláss fyri kegli
Støðan í laksaaling­ini versnar fyri hvønn dag
Eru til reiðar 24/­7 - Tað siga Jógvan Pauli í Kongsstovu og Jógvan Mellemgård
Medisin framleiðari hevur tvífaldað prísin fyri møguligum koronaheiligvági
Harald Joensen er nývaldur limur í Føroya Pedagog­felag
Fólk ilskast: Kom nú, Bárður, vit mugu taka atlit til fleiri sjónarmið!
J’accuse
Korona í Noregi: Manna­rættur at sleppa í "hyttu" á páskum
Løgmaður og samgonga við hondunum djúpt í lummanun!
Úr Íslandi til Klaksvíkar til 5-ára klassing
Klaksvíkar kommuna: Foreldur frítikin fyri foreldragjaldið
Nú hava 155 føroyingar fingið staðfest smittuna
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (94) - 25. mars 2020
Nú hava 115 føroyingar fingið staðfest smittuna
Nú hava 92 føroyingar fingið staðfest smittuna
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 13)
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (94) - 25. mars 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (16) - Gestur: Jógvan við Keldu
EvR
Á Torginum 17. mar. 2020 - Ein dag í senn - John í Skemmuni 1. partur
EvR
Kelduvaðið 15. mar. 2020 - Møti úr Betesda, Páll Poulsen 'Krossfesting Kristusar'
Leysaløtan
Samrøða: Birita Nolsø, sum fæst við mindfulness, um amboð vit kunnu brúka tá vit eru merkt av angist og stúran
Leysaløtan
Samrøða: Poula Patursson, granskari og kost­ráð­gevi í heilsuverki­num, um at styrkja mótstøðuførið í kroppinum
Leysaløtan
Samrøður: Lis Mortensen, Poul Michelsen og Thormann Kruse, um fjarhita sum orkuloysn til føroyingar
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 13. mar 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (15) - Gestur: Annika Olsen
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági, um komandi íbúðarbygging í kommununi
Nova
Samrøða: Vágbingu­rin Hans Poulsen, sum í 1960 flutti úr Vági til Vestmanna at arbeiða
Nova
Samrøða: Heri Mortensen, framleiðslu­stjóri hjá SEV, um ymisku útbyggingar­nar hjá SEV í Suðuroy
EvR
Á Torginum 10. mar. 2020 - Ein dag í senn - Eliesar Poulsen
Nova
NOVA úr Suðuroynni (36) - 09. mar 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (2) - 9. mars 2020
EvR
Kelduvaðið 8. mar. 2020 - Poul Jóhan Djurhuus 'Akkerið - Orðið 'Tá Kristus kom'
Leysaløtan
Samrøða: Kári Mortensen og Hanus Vang, um umhvørvisvinarligar sólorku­skipa­nir í Føroyum
Leysaløtan
Samrøða: Elin Lindenskov, frá Rudda Føroyar, um komandi tiltakið Burðardyggir vanar
Leysaløtan
Samrøða: Elisa Vang, sum skal vera ferðaleiðari á bussi úr Havn til Femifagnaðin í Fuglafirði
Leysaløtan
Samrøða: Hervør Pálsdóttir, um javnstøðu­stríð og hví orð hava týdning
Nýggjastu tíðindi