Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Joe Biden er heima, meðan Sanders stríðist í senatinum

Politikkur, Uttanlands | 24/03-2020 16:00
Bernie Sanders og Joe Biden.

Tey bæði demokratisku valevnini til amerikanska forsetavalið seinni í ár brúka ikki tíðina uppá at leggja eftir hvørjum øðrum í løtuni. Tað hava teir annars gjørt í eina tíð.

Tey bæði demokratisku valevnini til amerikanska forsetavalið seinni í ár brúka ikki tíðina uppá at leggja eftir hvørjum øðrum í løtuni. Tað hava teir annars gjørt í eina tíð.

77 ára gamli, Joe Biden, er í vandabólkinum, fær hann koronasmittuna, og tí heldur seg tí heima í hesum døgum. Hann hevur kortini hvønn dag beinleiðis talur og  viðmerkingar á Facebook. Í gjár hevði hann tosaði hann um koronasmittu-kreppuna í landinum.

Hitt valevnið, tann sprelski senatorurin, Bernie Sanders, er ikki lagstur heima, hóast hann er eitt ár eldri enn Joe Biden. Hann er til arbeiðis í senatinum og er eisini virkin í valstríðnum. Á facebook vanga sínum í gjár, fannst Sanders at forsetanum, at Donald Trump, og hann fanst at rebublikanarunum fyri ætla at geva amerikanskum familjum 1.000 dollarar um mánaðan. 

’Tað er ov lítið. Vit áttu at givið hvørjum einstøkum amerikanara 2.000 dollarar um mánaðin, meðan korona-kreppan herjar’, segði Bernie Sanders.

Í dag skuldi undanval vera í statinum Georgia, men av vanda fyri corona smittuni er valið útsett, skrivar AP-tíðindastovan.

Fleiri statir í USA, sum ikki enn hava havt undanval, standa nú í einari ógvuliga truplari støðu - ja, onkur vil siga ómøguligari støður. Teir skulu velja ímillum at verja fólkið móti koronasmittuni - og á tørvinum at halda val. 

Tey, sum skipa fyri vali, eru von við at fyrireika við tí møguleikanum, at náttúruvanlukka sum ódnir og skógareldar kunnu henda. Men hetta við koronasmittuni er eitt eindømi, og hetta er tey ikki fyrireika uppá.

Hesi undanval eru nú øll útsett: Í statunum Georgia, Ohio, Maryland, Indiana, Louisiana, Connecticut og Kentuckey. Tey eru øll útsett til mai ella juni í ár. 

Í statinum, Rhode Island, umhugsa tey eisini at útseta undanvali, har skuldi valið annars verða 28 apríl. Og í statinum Wisconsin er val á skránni 7. apríl. 

Guvernørurin í Wisconsin, Tony Evers, heldur fast í, at val skal vera 7. apríl, men hann hevur allar valfyriskipararnar ímóti sær. Fyriskipararnir í Wisconsin, siga at tey ikki vilja seta heilsuna hjá veljarum ella starvsfólkum í vanda.

Á vallistanum hjá demokratunum eru Joe Biden við 1195 valfólkum og Bernie Sanders við 892 valfólkum. Fyri at gerast endaliga forsetisvalevnið hjá demokratunum krevst, at eitt valevni fær í minsta lagi 1991 valfólk.

Eyðgleiðarar halda, at møguleikin hjá Bernie Sanders at vinna á Joe Biden nú er so lítil, at bíðað verður bara eftir at hann leggur kongin, og tekur seg úr valstríðnum.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi