Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Klæmund Ovason Johannesen situr í sóttarhaldi á Tvøroyri. R7 hevur tosað við Klæmund, og greiðir hann soleiðis frá:

Innanlands | 25/03-2020 10:00

R7 hevur tosað við Klæmund, og hann greiðir soleiðis frá:

"Á mínum skifti eru okur 5 føroyingar, sum ferðast saman, tá okur skulu túr við flaka/rækjutrolaranum Granit. Seinast okur fóru úr Føroyum var 10.02.20, og skuldu okur hesa ferð til Ålesund gjøgnum Kastrup og Oslo at byrja nýggjan túr dagin eftir.

Vanliga ganga okur fast skifti á 5 vikur umborð og 5 vikur heima. Tó var hesin túrurin 37 dagar, umfamt at reiðaríið hesaferð ynskti, at manningin sjálv skuldi standa fyri øllum arbeiðinum umborð í samband við at uppskipa lastina, hetta fyri at halda skipið so “reint og smittufrítt” sum gjørligt.

Heimferðin byrjaði 19.03.20 til Keypmannahavnar gjøgnum Oslo. Har yvirnáttaðu okur á hotelli til dagin eftir, og komu síðan heim til Føroyar við Atlantic tað kvøldið. Eftir at havi gist í Havn, sluppu okur suður við Smyrli morgunin eftir. Samanlagt vóru okur 41 dagar burturi hesaferð.

Heimferðin var nógv øðrvísi enn okur eru vanir við og kendist rættiliga undarlig. Tá hitt skiftið byrjaði at møta klokkan 10.00 tórsmorgun, fóru okur 4 føroyingarnir, sum skuldu heim, heim til ein av føroysku starvsfeløgunum, sum býr í Ålesund. Alt bar dám av tiltøkunum, ið sett vóru í verk fyri at minka smittuvandan.

Nær um fólkatómar gøtur og lítil ferðsla. Enn meira fólkatómt var tað á flogvøllinum, og handlar og veitingarstøð vóru stongd har. Lítið av ferðafólki var við flúgvaranum til Oslo. Gardemoen Lufthavn var sum ein spøkilsisbýur. Okur funnu bert eina kiosk, ið hevði opið og har møguleiki var at fáa sær okkur at drekka og okkurt ábit. Hermenn vóru at síggja við jøvnum millumbilum. Enn færri fólk vóru at síggja í Kastrup Lufthavn, higar okur komu bert 5 ferðafólk við einum Airbus A320. Eisini gøturnar her vóru tómar fyri fólk og ferðslu. Matstovan á hotellinum hevði fingið loyvi at hava opið, treytað av, at gestir tóku matin við sær upp á kamarið at eta. Fríggjakvøld flugu okur so heim við Atlantic.

Í Vágum vóru mannagongdirnar eisini broyttar. Taxfree handilin var stongdur. Í staðin var farið til vinstru, beint sum ein kom inn í terminalin, har kontrol var. Øll skuldu upplýsa telefonnummar og hvar tey høvdu sitið í flogfarinum. Síðan var farið uttan um handilin og inn í komuhøllina, har viðførið kundi heintast, og síðan út gjøgnum síðudyrnar beint út á p-økið. Ein av okra 4, sum høvdu ferðast saman, hevði nakrar dagar frammanundan avtalað við foreldrini, at tey skuldu koyra sær bilin vestur í Vágar, og fóru okur allir til Havnar við honum.

Tann eini suðuroyingurin, sum var við, eigur hús í Havn, og har gisti je ta náttina, og slapp sostatt frá at biðja um gisting hjá yngsta bróður, ið býr í Havn, sum je annars plagdi at gera. Um morgunin tóku okur hýruvogn oman til Smyril. Bara bilrampan var opin, og har fingu okur boð um, at okur, sum vóru komnir úr útlandinum, skuldu taka elevatorin upp á dekk 6, har eitt umráði var avbyrgt til tey, sum skuldu í sóttarhald. Nakrar dagar ádrenn okur komu inn at landa, høvdu je og konan tosa saman um,hvussu okur skuldu gera, tá je kom heim aftur. Okur hava seinastu tíðuna havt ætlanir um at flyta aftur á Tvøroyri, og fingu í heyst keypt okum eini hús har.

Okur blívu skjótt samd um, at tá okur nú høvdu møguleikan, skuldi je fara í húsini á Tvøroyri í sóttarhald, meðan hon og dótturin skuldu fara í húsini í Hovi. Okur avgjørdu eisini, at hon og verpápin skuldu fáa mær ein annan bil, sum okur eiga, yvir á ferjuleguna,tá Smyril kom, og hon koyrdi so pápa sín til hús aftur. Síðan gekk leiðin hjá mær beint í húsini við Sílá í sóttarhald.

Tilmælið er, at je skal vera í sokallaðum heimaupphaldi í 14 dagar eftir at vera komin til Føroyar. Áðrenn okur komu heim, fingu okur teldubræv frá Atlantic við leinkjum, um hvussu ein eigur at fyrihalda seg. Tað liggur ein útgreining á corona.fo, hvat tey 3 ymsu fyribrigdini, avbyrging, sóttarhald og heimaupphald, merkja. Je havi sjálvur valt at fara í sóttarhald. Um je verið her allar 14 dagarnar, hava okur hjúnini ikki avgjørt enn, men út frá útsøgnunum, at tey flestu, sum blíva smittað,fáa sjúkueyðkenni innan 5-7 dagar, hava okur gjørt av, at je skal vera her í øllum førum í 8-10 dagar. Um je so skal fara til Hovs seinastu dagarnar í heimasóttarhald, taka okur støðu til ta tíð.

Tað gongur fínt nokk enn, men je eri nú bara á 4. degi. Je fái tíðina at ganga. Tær báður vóru so óførar at gera mær forskelligt klárt í húsunum, áðrenn je kom heim. Je havi sjónvarp og filmar. Je havi telefon og ipad við nokk av data, og so tosa okur nógv saman á Factime. Og so havi je húsini. Her er nokk at taka hond í. Tað ringasta er nokk at vera komin heim, og ikki at kunna loyva sær at taka um síni nærmastu, men sum støðan er, má ein taka tað í álvara og fylgja tilmælunum. Tær báðar halda seg heima mest møguligt. 3.-4. hvønn dag eru tær so á Tvøroyri og keypa inn, og koma so samstundis forbí við onkrum til mín. Tá eru tær og eg væl ílatin,og je fari so útum at heilsa uppá tær eina løtu. Je á trappuni og tær niðri í túninum. So fara tær til hús aftur."

"Eg havi tó fingið hundin at vera saman við, so hetta skal nokk ganga tað heila. Og so er bara at vóna, at hetta gongur yvir skjótast gjørligt. Tá skulu vit ikki gloyma at takka øllum teimum, sum fylgdu tilmælunum,og eisini skulu vit takka mynduleikum og øllum teimum, sum arbeiða av øllum alvi at bæsa hesi sjúkuni, bæði í Føroyum og kring allan heimin. Vónandi verða avleiðingarnar av øllum hesum ikki alt ov ógvusligar. Eftir ætlan skulu okur byrja nýggjan túr 23. apríl." 


Lagt út: Finn Thomsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi