Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

27 fakfeløg hava skipað eitt fakfelagsráð

Innanlands | 24/03-2020 22:15
Mynd: Joan Waag Høgnesen

Føroya Landsstýri
Tinganes 

Tórshavn 24. mars 2020

Til Føroya Landsstýri

Av íkomnu støðuni við koronasmittuni hava 27 fakfeløg skipað eitt fakfelagsráð, sum eitt nú skal kunna, samskifta, ráðgeva og vegleiða um íkomnu støðuna, og eru fleiri stig neyðug, so kann fakfelagsráðið vera samráðingartoymi fyri fakfelagsrørsluna. 

Eisini heitir ráðið á landsmyndugleikar um at gerast partur av landstilbúgvingini, og at fáa umboð í tilbúgvingina hjá landinum. Tað er neyðugt, at báðir partar á arbeiðsmarknaðinum eru við, tí íkomna støðan hevur víðfevnda ávirkan á arbeiðsmarknaðin, og hvussu vit skipa okkum í hesi serligu tíð. 

Arbeiðsmarknaðurin og gerandisdagurin hjá okkum øllum er nógv ávirkaður av umfarssóttini. Tí er neyðugt er við áhaldandi kunning og alla tíðina at hava fingurin á pulsinum. Fakfelagsrørslan hevur í hesi serligu tíð tikið ábyrgd og fylgir neyvt við. Fakfeløgini uppliva eisini, at sera nógv venda sær til feløgini við fyrispurningum av alskyns slagi, sum feløgini svara eftir besta fyrimuni. Hvussu leingi íkomna støðan varar, hvørji tiltøk verða neyðug í framtíðini, hvussu latið verður upp aftur, tá ið tiltøkini skulu takast av aftur o.s.fr., hevur stóra ávirkan á arbeiðslívið hjá fólki. Fakfeløgini fylgja gongdini og kunna limirnar so hvørt. 

Í samband við tey hjálpartiltøk, sum eru sett í verk, vilja feløgini heita á landsmyndugleikar um at tryggja løntakarum, soleiðis at fíggjarligi smeiturin ikki rakar privatfólki óneyðuga hart. Neyðugt er tískil við eyka átøkum omaná tað sum Arbeiðsloysisskipanin hevur sett í verk, soleiðis at landið eisini tekur ábyrgd av løntakarum, eins og arbeiðsmarknaðurin ger. Eisini er neyðugt at viðgerða, hvat gjørt verður, um 100 tals mió. renna úr kassanum hjá ALS.

Enn standa nógvir spurningar ósvaraðir, sum ráðið saman við avvarðandi myndugleikum og møguligum arbeiðsgevaraumboðum mugu fáa greiðu á. Saman kunnu vit finna loysnir á nógvum málum, men neyðugt er at landsstýrið letur dyrnar upp, soleiðis at vit í felag finna best møguligu loysnirnar fyri arbeiðsmarknaðin og samfelagið sum heild. 

Feløgini skilja álvarsomu støðuna, og at átøk mugu gerast fyri at steðga smittuni, men vilja samstundis heita á myndugleikar um at tryggja, at fólk ikki koma í fíggjarligt óføri av íkomnu støðuni.

Vit mugu gera alt vit kunnu fyri at fyribyrgja, at avleiðingin av koronasmittuni verður ein umfatandi samfelagskreppa. Fakfeløgini eru klár, og vit heita á myndugleikar um at taka ímóti okkara útrættu hond.


Vegna fakfelagsráðið,

Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF- Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Samtak


Kontaktpersónar vegna fakfelagsráðið eru:

Súni Selfoss, 214868 – suni@starvsmannafelag.fo

Sonja Jógvansdóttir, 210013 – sonja@samtak.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi