Corona má ikki steingja okkara fólkaræðið
Corona hevur stongt skúlar og nógv arbeiðspláss. Men corona má ikki steingja fólkaræðið og tess hjartasláttur: Tað almenna kjakið.
Corona má ikki steingja okkara fólkaræðið
Eftir at eg í morgun skrivaði eina grein um okkara corona-strategi, hava fleiri sagt, at hetta er ikki nakað, sum vanlig fólk skulu blanda seg uppí. Her skulu serfrøðingarnir ráða.
Tað er at frásiga sær ábyrgd. Serfrøðingar geva ráð - men avgerðirnar eru og kunnu bara vera politiskar. Millum annað av teirri einføldu orsøk, at serfrøðingar ikki siga tað sama. Heilsuserfrøðingar hugsa um sjúkuna. Serfrøðingar á øðrum økjum hava eisini onnur atlit. Politikarar mugu skera ígjøgnum og taka tær týðandi avgerðirnar.
Í suðurkorea hevur stríðið móti sjúkuni eydnast sera væl. Har tóku tey eina politiska avgerð um at kanna eina rúgvu av fólki, finna fram til, hvørjum tey sjúku høvdu verið saman við, og seta tey í sóttarhald. Tey valdu ikki at lata landið so nógv aftur, sum gjørt er aðrastaðni.
Hetta verður í dag mett at vera kanska tann besta politiska avgerðin, sum nakað stórt land hevur tikið í hesum stríðnum. Og vit kunnu tíbetur staðfesta, at vit hava gjørt nakað tað sama í Føroyum - við stuðli frá øllum flokkum á tingi. Politikarar hava lurta eftir teimum røttu serfrøðingunum.
Í Bretlandi bleiv fyrst lurtað eftir nøkrum serfrøðingum - og síðani nøkrum øðrum. Tað var fatalt. Í USA tað sama.
Tá tað snýr seg um, hvørt vit við lóg skulu forbjóða fólki at møtast ella ikki, er lítil ivi um, at tey, sum bara hugsa um stríðið móti sjúkuni, siga ja. Men onnur hugsa um til dømis mannarættindi, álit á borgarum og persónligt frælsi - og siga nei.
Avgerðirnar eru og kunnu bara vera politiskar. Vit skulu øll geva okkum undir tær, tá tær eru tiknar. Men tær viðkoma øllum, og tí hava øll eisini rætt at siga sína meining um tær.
Corona hevur stongt skúlar og nógv arbeiðspláss. Men corona má ikki steingja fólkaræðið og tess hjartasláttur: Tað almenna kjakið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











