Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Aksel V. Johannesen: Tørvur á ordiligum hjálparátøkum

Innanlands, Lesarabrøv | 27/03-2020 08:31

Tørvur á ordiligum hjálparátøkum


Sum eitt ódnarveður kom koronasmittan og blásti okkum øll um koll. Hóast vit vistu, at sjúkan var í umferð úti í heimi, so varð sagt, at líkindi ikki vóru stór fyri, at hon kom hendan vegin. Vit vórðu skjótt klókari, og mitt í øllum vórðu vit øll noydd at kollvelta gerandisdagin. 


Landsstýrið ger púra rætt við at seta strong tiltøk í verk til tess at basa smittuni. Heilsuatlitið eigur altíð at koma fremst. Men eins og eg fyrr havi sagt, so hava tiltøkini eina røð av álvarsligum stúranum og avleiðingum við sær. Tí umframt at stúra um heilsuna, eru tað mong, sum í hesum døgum stúra um síni framtíðarútlit. Her hugsi eg til dømis um tímalønt og sjálvstøðug vinnurekandi. Tí boðaðu vit frá, at fór landsstýrið at koma við einum hjálparpakka, so fóru vit í Javnaðarflokkinum at taka undir við hesum. 


Fleiri góð átøk men ikki nokk

18. mars tók eitt samt løgting undir við einum hjálparpakka, sum landsstýrið kom við. Talan var í høvuðsheitum um fýra átøk: 

- Ískoyti frá ALS til niðursetta arbeiðstíð 

- Víðkað dagpeningaskipan

- Útsett MVG avrokning

- og møguligt veðhald úr danska Vækstfonden


Omanfyrinevndu átøk gera mun, men eg haldi, at landið átti at sett enn meira inn fyri at tryggja støðufesti í serligu støðuni, sum er íkomin. Politiska skipanin eigur at koma við ordiligum hjálparátøkum, sum veita størri endurgjald til bæði fólk og vinnulív. 


Samanbera við átøkini við hjálparpakkar aðrastaðni, síggja vit til dømis, at USA hevur sett tvær trilliónir dollarar av til endamálið. Tað eru 2000 milliónir milliónir og svarar til 10 % av amerikanska BTÚ. Í Danmark verður tosað um at hækka hjálparpakkan uppá 300 milliardir. Tað er ein enn størri partur av BTÚ. Í Grønlandi eru 500 milliónir settar av. Í Danmark hevur fólkatingið longu samtykt ein serstakan hjálparpakka til vinnulívið, sum m.a. inniber, at øll sjálvstøðug vinnurekandi, sum fáa boð um at lata aftur, fáa 100 % endurgjald frá statinum. Og øll vinnurekandi tvørtur um vinnugreinar, sum vænta at missa nógv orsakað av korona, fáa fyribils endurgjald fyri fastar útreiðslur. Í Grønlandi skulu 50 milliónir nýtast til at hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi og 100 milliónir skulu hjálpa fiskivinnuni, flutningsvinnuni og byggivinnuni.


Í Føroyum setir politiska skipanin undir 100 milliónir av úr landskassanum. Altso minni enn eitt hálvt prosent av BTÚ og nógv minni enn onnur. Restin er útsett MVG og stuðul úr ALS grunninum. Tað er ikki nokk. 


Føroyska vinnulívið hevur tørv á, at vit eisini í Føroyum taka stór tøk, so støðan rakar okkum sum minst. Tað er alneyðugt, skulu vit halda samfelagshjólini malandi, varðveita bjartskygnið og fyribyrgja eini komandi kreppu. Ein kreppa, sum kann hava nógvar húsagangir við sær og harvið stórt arbeiðsloysi.


Tí fari eg við hesum at heita á landsstýrið um at tilevna fleiri hjálparátøk í samráð við politisku skipanina og partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað er umráðandi, at partarnir eru við í allari tilgongdini, og ikki bert verða hálaðir inn, tá eitt uppskot fyriliggur. Her hugsi eg bæði um vinnulív, fakfeløg og politisku skipanina – bæði samgongu og andstøðu. 


Tað er av týdningi, at vit øll standa saman um at finna loysnir í truplum tíðum sum hesum, og Javnaðarflokkurin er sinnaður til - í samstarvi við landsstýrið - at taka heilt stór tøk til tess at fyribyrgja, at tann heilsukreppa, vit eru í nú, verður til eina búskaparkreppu seinni. 


Ein tøkk og ein áheitan

Tað er í tíðum sum hesum, at vit kenna virðið í vælferðarsamfelagnum. At vit hava góðar og tryggar skipanir, sum lofta okkum, tá vit gerast, ella standa til at gerast, arbeiðsleys. Tí fari eg at takka pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og teimum í politisku skipanini, herundir táverandi landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum Jóannesi Eidesgaard, sum gingu á odda við at stovnseta Arbeiðsloysisskipanina. Sjálvandi skal grunnurin ikki tømast komandi mánaðirnar. Og hann verður undir ongum umstøðum tømdur. Um grunnurin ikki loftaði løntakarunum í tíðum sum hesum, so loftaði sama skipan somu fólkum, tá arbeiðsgevarin av neyð varð noyddur at siga teimum upp. 


Tað týdningarmesta er, at tey tímaløntu, tey í privatari vinnu og sjálvstøðug vinnurekandi, verða loftað, eins og vit í almennari tænastu. Hetta megna vit, um vit standa saman. 

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi