Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Agga Niclasen: Dansurin við einum hamara

Innanlands | 28/03-2020 12:00

Tað er sum um, at nøkur viðurskifti verða umlopin í tí strategi, Føroyar og ein røð av øðrum londum hava valt. Tí nú, tá ið vit hava minkað um talið av tilburðum frá stoytingi til dryppan, sum opinbart var eitt mál í sjálvum sær, nær tá fer henda landsumfevnandi syndran at halda uppat?

Nei, Føroyar er ikki Danmark, og Danmark ikki Spania, og Spania ikki Kina, og tí er ein nett samanbering ikki eftirfarandi óansæð strategi. Øll ynskja tey at basa Corona-epidemiina so væl til ber. Sjálvsagt.

Í Føroyum testa vit væl, og tað er útmerkað, men har eru lond, eitt nú Svøríki, at byrja við England, men eisini Niðurlond og Suðurkorea, har tú testar og hevur eina strategi, sum ikki hevur tað við sær, at landið fer í fillir. Har tú, um tú vilt, dansar við hamarinum.
Og so eru tað uppaftur onnur lond, Danmark og Týskland, sum eru farin vetið longri og vinkað farvæl til rættarstatin – og heilsað politistatinum og tess sleggju vælkomnum – við tí fylgju, at, ja, landið fer í fillir, menniskjaliga sum materielt.

Tí samansavnaði skaðin av hesum langrøkjuta slagi av krígsførslu, ætlað at javna út hasa vælsignaðu epidemikurvina generaliserandi; ein strategi, sum aleina er ressursugrundað, heldur enn at selektivt verja tey serliga veiku og lata samfelagið koyra sína gongd mest møguligt, er so ógvusligur, at tað tykist sum um, at vit eru havnað í einum óeffektivum stríði móti smittuni, alt meðan økonomiin kollapsar.

Tað er sum um, at nøkur viðurskifti verða umlopin í tí strategi, Føroyar og ein røð av øðrum londum hava valt. Tí nú, tá ið vit hava minkað um talið av tilburðum frá stoytingi til dryppan, sum opinbart var eitt mál í sjálvum sær, nær tá fer henda landsumfevnandi syndran at halda uppat?
Nær sleppa okkara børn í skúla aftur? Nær sleppur arbeiðsfjøldin til arbeiðis aftur? Nær sleppa tey gomlu og veiku aftur at fáa vitjan og familiera umsorgan? Nær sleppa ommur og abbar aftur at heinta síni barnabørn í barnagarðinum? Nær fer alt hetta aftur at bera til – givið, at nøkur teirra, ‘útsett’ og eldri, hoyra til tey, ið eru í vanda fyri at líða neyð av virusinum?

Ella, orðað øðrvísi: “Nær verður tað nóg “trygt” at liva aftur – eksakt nær, hvussu nógvir tilburðir skulu vit niður á, og hvussu leingi skulu vit tá vera niðri á hesum tilburðstali?”
Ivaleyst eru fleiri svar, men tað mest sannlíka er hetta: vit vita tað ikki – og grundin til, at vit ikki vita tað, ella fara í nóg góðari tíð, er tí, at hvør teirra, ið verður brúktur sum serfrøðingur, heldur, at júst teirra øki er vitalt.
Vit kunnu tískil bíða og bíða og bíða, men... eftir hvørjum, tað er so tað! – eftir eini effektivari viðgerð, vaksinu ella, og nú kemur tað, eftir at talið av tilburðum, innløgdum og deyðum gerst, orsaka orðavalið, láturliga lítið? Ella til at samfelagið er so nógv í knúsi, at alt kann gera tað sama óansæð?

Men hvat nú, um svarið er fleiri mánaðir ella eitt ár – tað vil siga, um núverandi støða er tann sama sum nú: eg meini so við, um tað er óforsvarligt, moralskt óforskammað og heilsudrepandi at fara ímóti tiltøkum nú, sum bert ber til, tí tiltøkini eru til, so er tað væl eisini... alt hatta, øll hasi orðini hjá fútanum, einaferð í summar, tiltøk ella ei.
Tað verður ein feit Ólavssøka, vit fáa í ár, meðni. Ella verður tað, sum eg rokni við, at vit blóðga hetta miðaldarsliga goymispæl, vit hava gongd í, so skjótt sum evstu samfelagsløgini, tey vælbjargaðu og serfrøðingar, barasta ikki tíma meir og gera krav uppá sína summarferiu, síni matstovuupplivilsi og festivalvitjanir? Trúgvi tí.

Men heldur hetta á í fleiri vikur, mánaðir enntá, íðan, leggið tykkum hetta í geyma: vit fara tá at uppliva eina sosiala uppreist, eina mótstøðu móti valdi í landinum, ongin okkara ynskir eiheldur droymt um. Og hetta, tí kostnaðurin, ikki bert í pengum, rætt og slætt er ov ørandi at hugsa um.

Tí er alternativið hetta: vit kunnu savna okkum um og leggja allar okkara ressursir í at testa, sum vit gera nú, og verja. Men úrveljandi. Tað vil siga, ístaðinfyri at, dekan óneyðugt, teppibumba alt fólkið við verju, so heldur verja hasi, sum reint faktiskt hava brúk fyri henni; øll hasi, sum dátaini indikera eru í serligum smittuvanda; tey nakað við aldur, fólk við kroniskum sjúkum ella hvørs immunskipan er komprimerað.

Eg veit ikki, hvussu tað er við tær, men eg skilji ikki hetta behovið fyri at píska seg sjálvan. Ella, fyri at taka hamaran hjá landsstýrismanninum í heilsumálum: hví hesin hugur at hamra seg við einum hamara fyri at kunna dansa, tá tað, sum minimum, væl ber til at dansa meðan.

Agga Niclasen á facebook -vanga sínum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi