Føroysku borgirnar heim at skifta manning

Koronasmittan orsøkin til at frálandsskipini hjá Skansi Offshore koma heim til Føroya at skifta manning. Í morgun kom Kongsborg, og mánadagin kemur Eldborg.
Tað eru ikki einans føroyingar, sum lesa ella arbeiða í útlondum, ið hava valt at koma heim, nú koronasmittan er farin at gera um seg. Eisini skipsmanningar koma heim. Reiðaríið hjá teimum fimm Borgskipunum, Skansi Offshore, hevur gjørt av at binda um heilan fingur og heldur enn at skula royna at fáa manningarnar at fara flogvegin heim til Føroya, so hevur tað valt at senda skipini til Føroya at skifta manning.
ens Meinhard Rasmussen, stjóri, sigur við oljan.fo, at koronasmittan er einasta orsøkin til, teir hava valt at skifta manningar í Føroyum.
“Tað er trupult at skifta manning umvegis floghavnir, og tað setur so eisini manningina í vanda fyri smittu at flúgva millum fleiri flogvallir. Harumframt er flogsambandið sera avmarkað, og tað er sostætt lítil fleksibilitetur og stórur vandi fyri, at manningarskifti umvegis flogferðsluna mishepnast,” sigur hann.
Skansi Offshore hevur tí gjørt avtalu við sínar kundar um at skifta í Føroyum, soleiðis at til ber at fáa avgreitt manningarskiftini, og samtíðis soleiðis, at manningarnar ikki koma í smittuvanda undir ferðing.
Fyrsta skipið, sum kom á Havnina í morgun, var Kongsborg. Hini fýra skipini koma í næstu viku. Eldborg kemur longu mánadagin. 12 mans eru við hvørjum skipi, soleiðis at tað verða 120 mans, sum koma og fara hesa komandi tíðina.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri sigur, at spottmarknaðurin er deyður í løtuni, og útlitini uppá stutt sikt eru ikki góð. Koronasmittan setur ein dempara á, men enn verri er lági oljuprísurin, sum ger, at flestu oljufeløg skerja í busjettum og minka um virksemið.
"Korona rakar okkum við, at tað er bæði trupult at skifta manning og eisini praktiskt við, at skipini eru lukkaði. Eingin sleppur í land og eingin umborð. Eisini er virksemið minkað vegna korona. Tað, sum tó rakar meinari, er tann lági oljuprísurin og tann veika norska krónan. Eg rokni við, at skip verða løgd, og nógvar uppsagnir vera í offshorevinnuni, tó ikki hjá Skansi,” leggur Jens Meinhard Rasmussen aftrat.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











