Vestmenningar hava sangløtu í myrkri og eru við í Earth Hour 2020
Kl.20.30 til 21.30 verður ein serlig sangløta. Signar í Homrum og John Johannesen kom at syngja sangir úr Okkara sangbók. Sangløtan verður útvarpað á nærvarpinum Staðið FM 101, og hetta verður tí eitt serstakt tiltak, ið er ætla øllum vestmenningum.
Earth Hour 2020
Leygarkvøldið 28. mars kl. 20.30 - 21.30 luttekur Vestmanna Kommuna í Hour tiltakinum. Vestmanna Kommuna hevur luttikið í Earth Hour tiltakinum síðani 2010.
Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.
Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman. (Av tekniskum orsøkum lýsa gøtuljósini ikki áðrenn Earth Hour tíman. Gøtuljósini tendra hetta kvøldið kl. 21.30.)
Sangløta í myrkri
Kl.20.30 til 21.30 verður ein serlig sangløta. Signar í Homrum og John Johannesen kom at syngja sangir úr Okkara sangbók. Sangløtan verður útvarpað á nærvarpinum Staðið FM 101, og hetta verður tí eitt serstakt tiltak, ið er ætla øllum vestmenningum.
Veðrið letur til at vera gott í kvøld, so til ber at fara útum at njóta løtuna. Vónandi fer hetta at minka um tí kensluliga frástøðuna í koronatíðini. Við hesum kunnu vit vera saman, hvør sær.
Møguleiki verður at senda smsir við heilsanum ella onkra skemtusøgu til 770160 ella teldupost til durita.aug@vestmanna.fo.
Til ber at lesa meira um Earth Hour á www.vestmanna.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur