Torbjørn Jacobsen: 3. páskadagur
Í vónini um at samfelagið aftur er farið at virka, meiri ella minni optimalt, frá 3. páskadegi at rokna.
Vit vitstu at sóttin úr Wuhan eisini fór at gera landgongd í Føroyum, og fyri tveimum vikum síðani vóru áneyðir fyri, at myndugleikarnir gjørdu vart við, at støðan var øðrvísi enn vant, og at neyðugt var við verjandi ásetingum og at seta avmarkandi tiltøk í verk - í mun til hvussu COVID-19-veran helst fór at herja á land og fólk.
Støðan er ein onnur í dag – nú, 14 dagar seinri. Fleiri fingu og fáa smittuna og nøkur hava bart hana av sær. Tilmælini standa kortini við, og nú man tað vera soleiðis vorðið, at fólk eru farin at leingjast eftir eini politiskari dagføring øllum hesum viðvíkjandi, hon er neyðug, tí støðan broytist støðugt frá tíð til aðra og hugsanin millum manna samsvarandi. Tilmælini skulu fylgjast, sjálvandi, men vit miða eftir, at støðan í mest møguligan mun gerst vanlig aftur, táið páskahátíðin er farin aftur um bak. Triðja páskadag er ferðin vónandi og væntandi komin upp aftur á sítt vanliga støði í Runavíkar kommunu.
Fyri tveimum vikum síðani snúði tað seg í okkara føri fyrst og fremst um at leggja ein jarnring av trygd kring um eldraøkið, at darva frumvinnuni sum minst í framleiðsluni og at halda matvørukrambúðunum opnum soleiðis, at íbúgvarnir fingu vanligar gerandisvørur til vega. Umstøðurnar líktust undantaksstøðu.
Mentamálaráðið lat skúlarnar aftur, kommunan stongdi ítróttar- og fimleikahallir, stongdi sína egnu skrivstovu og Visit Runavík, - kortini hevur verið arbeitt sum vanligt. Bókasavnið, Musikkskúlin og Kvøldskúlin lótu aftur og dagstovnarnir hava bert verið tøkir til ansing, fyri at tað mest neyðturviliga ikki skuldi steðga upp. Hóast eitt slag av undantaksstøðu, sum sagt, hevur hingið yvir okkum í eina tíð, gerandisdagurin hevur verið linligari enn vanligt, er samfelagið ikki steðgað heilt upp, hóast kommuna, krambúðir, tænastufyritøkur o.a. hava kent ein ávísan sviða av støðuni.
Í næstu viku eru vit á mótinum til dimbuldagavikuna og páskahátíðina. Langafríggjadag er ein mánaði farin, síðan samfelagið í stóran mun varð latið aftur, og tá man stundin vera komin til at lata so spakuliga uppaftur. Tað er ikki til at vita, hvat ið kann henda ávegis, men ætlanin er at lata dyrnar í Ráðhúsinum og á Kunningarstovuni uppaftur 3. páskadag. Er tað ráðiligt, lata ítróttar- og fimleikahallirnar og Løkshøll eisini uppaftur í viku 16/2020.
Vegadeildin og ruskplássini hjá kommununi hava og halda fram við at virka - og at hava opið, Runavíkar havn hevur als ikki verið darvað av COVID-19-veruni og væntandi koma dagstovnarnir upp í fulla ferð aftur eftir hátíðina. Mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, hevur róð framundir, at skúlarnir taka ímóti næmingunum aftur 3. páskadag, soleiðis kann støðan í besta føri vera meiri ella minni normal aftur, táið tvær vikur eru farnar av apríl mánaði.
Tá COVID-19 støðan tók seg upp, var alt fyri eitt greitt, at eldraøkið var hin mest vitali parturin í høpinum, og skuldi økið harvið hava optimala og treytaleysa verju. Higartil hevur hetta eydnast, og ídag vitsti leiðarin fyri Roðanum at siga okkum, at tamarhald var á støðuni, og at tey skipanarliga hava lagt virksemi soleiðis til rættis, at skaðin í størst møguligan mun verður avmarkaður, um ringast skuldi vilja til. Á eldraøkinum skal væntast, at longri tíð skal til fyri at hóra undan støðuni, og Roðin hevur gjørt seg út til eina drúgva periodu í so máta.
Táið avmarkingarnar vóru settar í verk fyr 14 døgum síðani, var hildið neyðugt, at dyrnar ikki lótu aftur í dagstovnunum, soleiðis, at aðrar og serliga týðandi samfelagsfunktiónir ikki steðgaðu upp. Í grundini herdu vit ásetingarnar í mun til fráboðanina frá Mentamálaráðnum. Hon stendur framvegis við og er á leið soljóðandi:
Tað er týdningarmikið at samfelagið ikki steðgar upp, og at vinnuligt virksemi sleppur at halda fram so ótarnað sum til ber. Tað snýr seg um:
Flutning, handilsvinnu, útflutningsvinnu, avgerandi samfelagsveitingar, so sum samskifti, ruskkoyring og elveiting o.s.fr.
Her hava skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar eina skyldu, so samfelagið fær virkað so ótarnað, sum til ber.
Frá mánadegnum fylgir dagstovnaøkið í Runavíkar kommunu frymlinum hjá MMR, og foreldur hava í dag fingið fráboðan um hendan møguleikan.
Við hesum fari eg at ynskja øllum borgarum okkara eitt gott og happadrúgt vikuskifti - við áminningini um, at tilmælini frá myndugleikunum framvegis eru galdandi og neyðug at fyrihalda seg til, skulu vit koma sum frægast burturúr hesi óvanligu støðu.
Í vónini um at samfelagið aftur er farið at virka, meiri ella minni optimalt, frá 3. páskadegi at rokna.
Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.
Greinin stendur á runavik.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











