Erhard Joensen: Eitt eksperiment
Trupulleikin hjá okkum allar flestu er, at vit ikki skilja samanhangin og rationalið, ið liggja aftanfyri avgerðunum, ið myndugleikarnir tilmæla.
Eg veit ikki hvat hetta fer at føra til, og eg trúgvi innast inni, at myndugleikarnir og embætisverkið heldur ikki hava hóming av, hvat henda Korona-kreppan kemur at føra til.
Trupulleikin hjá okkum allar flestu er, at vit ikki skilja samanhangin og rationalið, ið liggja aftanfyri avgerðunum, ið myndugleikarnir tilmæla.
Tað, ið eg meini, er: myndugleikarnir siga, at vit, sum land, ikki sleppa undan hesu alheimsfarsóttini. Vit skulu vænta, at í minsta lagið 30% av fólkinum fær smittuna. Samstundis sigur serkunnleikin, at kurvin skal vera so fløt sum tilber, fyri at sjúkrahúsverkið ikki skal bukka undir. Um bæði hesu úttalilsini eru sonn, so kemur núverðandi støða at halda fram í fleiri ár. Tað er høvuðrokning.
Eg spyrji bara: er tað ráðiligt?
Eg haldi tað vera umráðandi at fáa við í líkningin, at hetta, frá at vera ein heilsukreppa, er blivið til eina samanblanding av eini heilsukreppu, búskaparkreppu, fíggjarkreppu og eini humaniterari kreppu.
Vit eru beint nú stødd í byrjanini av hesum sorgarleikinum, og heimurin hevur longu nú játtað hjálparpakkar á í minsta lagið 40.000 milliardir krónur. Hetta er bert ein brotpartur av tí endaligu upphæddini, um vit halda fram við verðandi strategi. Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvat endaliga upphæddin kemur at ljóða á, men eg havi fyrr nevnt eina upphædd á 100.000 til 200.000 milliardir krónur.
100.000 milliardir í hjálparpakkum ljóðar av nógvum, men tað svarar til einans 13.000 krónur pr. borgara í heiminum. Longu nú hevur Danmark játtað hjálparpakkar á kr. 53.000 pr. borgara í Danmark, og tosað verður longu um, at fleiri pengar mugu játtast, tí tað, ið er játtað inntil nú, er langt frá nokk.
Fyri at seta hetta í perspektiv, so skuldu Føroyar longu nú haft játtað 2.8 milliardir krónur í hjálparpakkum til føroyingar og føroyskt vinnulív, um vit, eins og Danmark hevur gjørt, skuldu játta kr. 53.000 pr. borgara í Føroyum.
Vit síggja longu nú, at arbeiðsloysið í øllum heiminum spolar uppeftir. Í USA vóru 3,3 mió nýarbeiðsleys í síðstu viku, so tað verða óivað nógv arbeiðsleys afturat komandi tíðina. Tey flestu vita allarhelst ikki, at fyri hvørt 1% arbeiðsloysið í USA fer upp, doyggja túsuntals fólk sum fylgja av hesum; tøl vísa, at tað er greiður samanhangur ímillum arbeiðsloysið og deyðiligheit, serliga ímillum mannfólk frá 28 til 50 ár.
USA er harafturat í tí syndarligu støðu, at tryggingarfeløgini hava boðað frá, at hjá einum stórum parti av fátæka partinum av fólkinum, er ongin dekningur. Tískil koma hesi slett ikki at fara til lækna ella á annan hátt fáa hjálp frá heilsuverkinum.
Ein kanning, ið er gjørd af FED, um ’the economic state of the US households’, gevur eina sera dapra mynd av likviditetinum hjá vanliga amerikanaranum. Kanningin vísti m.a., at 40% av húsarhaldunum høvdu haft trupulleikar av, at skula goldið eina óvæntaða rokning á 400 dollarar. Hetta sigur rættiliga nógv um heimsins leiðandi búskap, og um hvussu skuldarbundin vanligi amerikanarin er.
Aftur, fyri at perspektivera: við at reflektera yvir, hvussu nógvir føroyingar høvdu farið á heysin av, at skula goldið eina rokning á 2.500 krónur, so sigur hetta nakað um munin á føroyingum og heimsinsins størsta búskapið.
Sambært JPM Chase, hava 600.000 smáar amerikanskar fyritøkur ’cash buffer’ (likviditet) til í miðal 27 dagar. Tað sigur nakað um viðbrekni í okkara búskaparskipan, og hvussu skjótt alt steðgar upp, um ’cash flow’ steðgar.
Altso, hetta, ið byrjaði sum ein heilsukreppa, hevur útviklað seg til eina búskaparliga tsunami, ið sanniliga eisini hevur fatalar humaniterar avleiðingar.
Orsøkin til, at eg nevni útlendsku viðurskiftini, er, at tey hava so ovurhonds stóran búskaparligan týdning fyri okkum føroyingar. Føroyski búskapurin er 100% treytaður av útlandinum. Vit eru bundin av, hvat útlandið ger. ��Altso, óansæð hvat vit gera í hesi støðuni, so kemur tað at kosta mannalív. Spurningurin verður bara, hvat orsøkin til hetta skal verða og hvussu vit, politikarar, skulu taka ábyrgd av støðuni. Tað er okkara tunga ábyrgd at taka støðu, tá ið tað, eins og beint nú, leikar allar harðast á. Tískil skulu vit, sum politikarar, hugsa okkum sera væl um, hvat vit velja at gera hesar komandi dagarnar.
Ábyrgd krevur innlit verdur sagt- innlit í meira enn tað, ið liggur beint framman fyri okkum. Vit eru vald til at meta um øll aspektini í hesi syndarligu støðuni, at taka støðu út frá heildini, og at virka hereftir - eisini um hetta merkir, at vit ganga ímót okkara umsiting.
Nakrar avgerðir eru politiskar, tvs. at tær ikki taka støði í einstøkum fakligum tilráðingum, men við at hyggja eftir allari palettini. Tað er tað, ið vit eru vald til og tað er tað, ið vit verða dømd eftir, tá alt hasar av aftur.
Tí óansæð hvussu vit hyggja eftir hesi støðuni, so eru vit ígongd við heimsins vandamiklasta eksperiment nakrantíð.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











