Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Skerd ferðaætlan og tilkallingarskipan á Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum

Innanlands | 01/04-2020 06:42

2. apríl sigla ymsar leiðir hjá Strandferðsluni eftir skerdari ferðaætlan og við tilkallingarskipan. Ferðafólk skulu upplýsa navn og telefonnummar, og bíleggjast skal kl. 19 kvøldið fyri fráferð.

Frá 2. til fyribils 14. apríl verður farið til tilkallingarskipan á leið 58 (Ritan), 61 (Spógvin) og 66 (Sildberin). Ferðafólk skulu upplýsa navn og telefonnummar, og ferðafólk skulu seta seg á ávíst nummarrað umborð fyri at halda frástøðu, og hervið minka um smittuvandan í sambandi við Covid-19.


Tað verður – enn sum áður - rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.

Leið 58 hevur telefonnummar 293118, leið 61 hevur telefonnummar 293049, og leið 66 hevur telefonnummar 293117. Bíleggjast skal í seinasta lagi kl. 19 kvøldið fyri.

Ferðafólkatølini á leið 58 (Rituni) verða harafturat eisini lækkað úr 35 niður á 16, og á leið 61 (Spógvin) og 66 (Sildberin) halda ferðafólkatølini áfram at verða skerd niður í ávikavist 4 og 10.

Fastbúgvandi hava framíhjárætt til plássini umborð, men skulu eins og onnur bíleggja pláss frammanundan.  

Les meira um broytingarnar á ferðaætlaninum hjá Rituni, Spógvanum og Sildberanum á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Her finnur tú eisini tilkallingarnummar hjá ymsu leiðunum. 

https://www.ssl.fo/fo/tidindi/skerd-ferdaaetlan-og-tilkalliskipan-a-oyggjaleidum-og-bygdaleidum/ 

Bygdaleiðir

14. apríl byrja Bygdaleiðir at koyra aftur við skerdari ferðaætlan og tilkallingarskipan á ymsum leiðum. Eins og við Oyggjaleiðum skulu ferðafólk bíleggja pláss á ynsktari leið kl. 19 kvøldið fyri fráferð, og navn og telefonnummar skal upplýsast, tá bílagt verður. 

Ferðafólkatøl á stórum bussum verða skerd niður í 9 fólk og á minni bussum niður í 3 fólk. Plássini eru serliga til fólk, ið røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Hetta eru starvsfólk í heilsuverkinum, á eldraøkinum, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu og annað.

Les meira um ferðaætlanirnar hjá Bygdaleiðum á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Her finnur tú eisini tilkallingarnummar hjá ymsu leiðunum. 

Leiðirnar, ið verða settar í gongd týsdagin 14. apríl, eru fylgjandi:

Leið 100: Tórshavn – Vestmann
Leið 300: Tórshavn – Flogvøllurin – Sørvágur
Leið 400: Tórshavn – Klaksvík
Leið 500: Klaksvík – Viðareiði
Leið 600: Skopun – Skálavík
Leið 700: Sumba – Vágur – Tvøroyri
Leið 701: Fámjin – Tvøroyri – Sandvík
 

Áheitan frá Strandfaraskip Landsins

Ferðast ikki við Bygdaleiðum, um tú ert sjúk/ur ella hevur illgruna um sjúku Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á Coronavirus, t.d. hosta og fepur, og verð heima, um tú merkir tær okkurt.
Ferðast bara, um tað er alneyðugt. Um møguligt umhugsa t.d. at flyta allar avtalur, møta fyrr/seinni til arbeiðis ella keyp inn til fleiri dagar. Vís serligt umhugsni, um tú ert komin til Føroyar 12. mars ella seinni og skal í heimauppihald. Les meira um heimauppihald her.
Vís umhugsni mótvegis bussførara og øðrum ferðandi. Minka um smittuvanda við at fylgja øllum tilmælum frá almennu myndugleikunum.
Fyribils er ongin ferðaseðla-avgreiðsla. Ferðandi skulu brúka hurðina í aftara enda á bussinum og fylgja talmerkingum á setrinum. Skalt tú hosta ella njósa, ger tað í ermuna ella eitt einnýtis lummaturriklæði – ikki í hendurnar. Verð serliga varug/ur við ikki at hosta ella njósa tætt uppá onnur fólk. Nert minst møguligt við bussin innan. Umráðandi er at virða øll skelti og vegleiðingar frá bussførara. Ferðandi skulu halda 2 metrar frástøðu frá øðrum ferðandi og 3 metrar frástøðu frá bussførara.
Minst til gott hondreinføri. Sóttreinsa hendur, áðrenn farið verður í bussin. Gott og neyvt hondreinføri er týðandi smittuverja.
Gakk ella súkkla. Um møguligt, umhugsa at ganga ella súkkla á stuttum túrum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi