Samrøða: Birita Adela Davidsen (Opera.fo) fingið kr. 183.000 í stuðuli til teaturkonsert
LJÓÐBROT: Uttanríkis-og mentamálaráið hevur júst latið stuðul til sjey leiklistaverkætlanir av játtanini til yrkisleiklist í 2020, sum er 650.000 krónur tilsamans.
Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, sum reka yrkisleiklistaligt virksemi, til millum annað leikrit, tónasmíð, leikstjórn, framførslur, keyp av útbúnaði og annað leiklistarligt virksemi.
Ein av teimum sjey, sum hava fingið stuðul er Birita Adela Davidsen vegna Opera.fo. Opera.fo hevur fingið 183.348 krónur til klassisku teaturkonsertina “Soriée Fantastique”, har framført verður við fjølbroyttum sangi, sjónleiki og tónleiki.
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðuna við Biritu Adelu Davidsen, Opera.fo.
Hinar verkætlaninar, sum eisini hava fingið játtað stuðul, eru:
- Leikhús Skift v/ Maritu Dalsgaard: Dýpið – 150.000 kr.
- Durita Sumberg Poulsen: Løsrivelsen – Et requiem for Rigsfællesskabet – 100.000 kr.
- Rúna Volmarsdóttir Højgaard: RIVA 2020, dansiframførsla – 100.000 kr.
- Mæja: SJÁLV – 53.000 kr.
- Gunnvá Zachariasen: Richard III – 50.000 kr.
- Gunnvá Zachariasen: Skýmingarløtur við William Heinesin – kr. 13.000
Tað vóru íalt tíggju umsóknir og søkt varð um 1,4 mió. Kr. Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýrismannin í Mentamálum sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur