Samrøða: Birna í Hjøllum Hentze um nýggjan podcast hjá Blákrossheiminum
LJÓÐBROT: Blákrossheimið er farið undir at framleiða nýggjan podcast. Tað eru tey bæði starvsfólkini, Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen, sum arbeiða sum sálarviðgerar, ið eru farin í holt við podcastin, “Datvarpið”.
Í Datvarpinum verður sjóneykan sett á DAT-førleikar, á ein lætt skilligan og brúkbaran hátt.
Tað ber til at hoyra Datvarpið á Soundcloud, og tú finnur eisini leinkjuna á facebook-síðuni hjá Blákrossheiminum.
Sum fleiri aðrir stovnar er Blákrossheimið farið undir at bjóða samtalur yvir netið og telefon, og Blákrossheimið tekur ikki ímóti nýggjum búfólkum undir núverandi umstøðum. Viðgerðartilboðið á tlf. og yvir netið er galdandi bæði fyri tey, sum hava rústrupulleika og fyri teirra avvarðandi.
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðuna við Birnu í Hjøllum Hentze.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur