Reikferðaskip við deyðum bíðar eftir havnaloyvi
Reikferðaskipið, Zaandam, sum Holland America Line eigur, hevur fingið loyvi at sigla gjøgnum Panama-veitina. Umborð á skipinum eru fýra deyð fólk og fleiri, sum eru smittað við Covid-19. Men skipið hevur framvegis ikki fingið loyvið at koma í havn.
“Zaandam” sum er burturvíst úr fleiri havnum í Suðuramerika, skal nú hava fingið loyvi at fara gjøgnum Panama-veitina av “humaniterum” ávum, men skipið hevur framvegis ikki fingið loyvi at fara í havn í Florida.
Zaandam hevur fýra deyð umborð, og sambært The Guardian eru nógv smittað við Covid-19.
“Tað er ómetaliga surrealistiskt og ófatuliga ræðandi fyri foreldur míni og øll umborð,” sigur Jih-Hao Jim Cheng úr Kalifornia.
Pápi hansara er ein av mongum umborð, sum hevur havt fepur og onnur tekin um smittu.
Umleið 100 ferðafólk, sum ongi smittutekin høvdu, eru flutt av Zaandam yvir á systirskipið, Rotterdam, boðar reiðaríið frá.
Sambært USA Today hava 73 ferðafólk og 116 av manningini boðar frá, at tey hava krímlíknandi tekin. Reiðaríið leitar framvegis eftir einari havn, sum vil taka ímóti skipinum.
Tað skrivar “USA Today” sambært Áhugafelagnum Antares.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











