Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

SEV formliga yvirtikið støðina á Sundi

Innanlands | 03/04-2020 15:00

SEV formliga yvirtikið støð 3 á Sundi

Ein av størstu byggiverkætlanunum í Føroyum er liðug og sett í rakstur, innan fyri játtanarkarmin, og uttan týðandi seinkingar

Á lítlari samkomu 31. mars, við hóskandi Koronafrástøðu og uttan lógvatak, skrivaðu umboð fyri Articon og SEV undir yvirtøkuskjalið, og støð 3 var formliga latin SEV.

“Vit eru fegin um at vera komin hertil og at arbeiðið hevur gingið so væl”, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV. “Arbeiðið er væl úr hondum greitt, til tíðina og væl og virðiliga innan fyri játtanarkarmin.” 

Verkið tekur seg væl út og tekniskt sæð er tað eitt elverk á høgum støði, sum veitir støðuga elorku til føroyska samfelagið. Sundsverkið merkir tað sama fyri føroyska samfelagið, sum kaðalsamanbindingin millum londini ger á meginøkinum. Útbygda Sundsverkið veitir eitt trygt grundarlag, meðan hildið verður fram við útbyggingum á grønu kósini til gagnnýtslu av varandi og burðardyggum orkukeldum.

Støð 3, sum nú er partur av Sundsverkinum, hýsir fýra nýggjum motorum við einum samlaðum motormátti á 37 MW. Saman við eldra partinum av Sundsverkinum – støð 1 og 2 á 45 MW – er mátturin á Sundverkinum tilsamans 82 MW, umframt eitt 8 MW tiltaksverk. Til samanberingar kann nevnast, at eftirspurningurin eftir elorku í meginøkinum vanligar dagar liggur á 50-55 MW, og hægsti tørvur á elorku nakrantíð er skrásettur til 62 MW – tað var í november 2019.

Stórur dentur er lagdur á tryggleika og reinleika á støð 3; verkið hevur reinsiskipan, ið tekur skaðilig evni, NOx, úr roykinum og nógv er gjørt burturúr at dempa ljóðið frá motorunum. Eisini er nógv gjørt burturúr, at umstøðurnar til at reka og røkja verkið skulu vera góðar.

Verkætlanin hevur vart 8 ár, harav tey fyrstu gott og væl 3 árini fóru til at ítøkiliggera ætlanina, projektering og fyrireiking.

Síðan byggingin byrjaði í 2017, hava ongar týðandi seinkingar verið, og játtanin er hildin. Játtanarkarmurin frá 2016 var 800 mió. kr., og nú byggiverkætlanin er liðug og støð 3 er avhendað, er greitt, at við eykaútreiðslum eru brúktar 758 mió. kr.

“Verkætlanin hevur verið øgiliga væl stýrd og handfarin”, sigur Hákun Djurhuus. “Samstarvið millum ymisku fakøkini, veitararnar og okkum hevur verið gott, og arbeitt hevur verið málrættað og hegnisliga fyri at halda verkætlanini á rættari kós, og tað hevur eydnast.”

Motorarnir á støð 3 eru longu týðandi partur av framleiðslutólunum hjá SEV, og við økta máttinum er trygd fyri, at tøkur máttur altíð er til at veita streym í meginøkinum, eisini tær tíðir á árinum, tá lítið er av vindi og vatni.

Myndatekstur:

Sunnvard Andreasen, Articon, Bogi í Dali Stinni/Lbf, Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri SEV og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi