Kommunulæknin í Vestmanna: Hetta var als ikki ætlanin og kanska hava vit verið ov “strong”
Hetta var als ikki ætlanin og kanska hava vit verið ov “strong” viðvíkjandi viðtalum. Kommunulæknin skriva soleiðis á facebook síðu síni. LES ALT NIÐANFYRI
Á Kommunulæknaviðtaluni í Vestmanna hava tey sannað, at ógvuliga fá fólk hava vent sær til viðtaluna seinastu tvær vikurnar, síðani tiltøkini viðvíkjandi Korona eru sett í verk.
Hetta kann hava við sær, at fleiri fólk halda seg aftur við at venda sær til lækna, um tey hava onkran heilsuligan trupulleika og kann verandi sjúka versna ella nýuppstaðin symptom vera yvirsædd, sum kunnu dylja yvir álvarsliga sjúku.
Hetta var als ikki ætlanin og kanska hava vit verið ov “strong” viðvíkjandi viðtalum.
Samband fært við kommunulæknan í Vestmanna á tlf. 424003
Hevur tú fepur, hosta, ilt tá tú svølgir, trongd ella onnur tekin uppá krím, so skalt tú undir ongum umstøðum koma inn í viðtaluna.
Heilsan
Gunnhild Helmsdal
kommunulækni
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











