ANDREW DJURHUUS 100 ÁRA MINNI
Tað eru í dag 100 ár síðan pápi mín, Andrew Djurhuus, var føddur. Hann varð borin í heim Innan Glyvur, Strendur tann 03. apríl 1920. Andaðist á Landssjúkrahúsinum fyri 21 árum síðani tann 19. juni 1999 79 ára gamal. Tað náttina svav eg inni á stovuni hjá pápa. Eg, Elsa og mamma minnast væl hvussu friðfull løtan var, tá sálin flutti úr likaminum og heim í Himmalin.
ÆTTARFEDRARNIR
Pápi var sonur Jósup Djurhuus, sum var sonur Díðrik Djurhuus, ið var annar av niðurseturmonnunum Innan Glyvur. Díðrik var abbasonur Jens Christian Djurhuus, sum gifti seg til Sjóvargarðin við Sjógv í Kollafirði, vanliga róptur Sjóvarbóndin ella skaldið við Sjógv. Sjóvarbóndin, Jens Christian Djurhuus, kom av prestagarðinum á Nesi, Toftir, og var sonur tað kendu Mariu Rønning og Jóhan Djurhuus, sum var sonur Próst Djurhuus - Andrew Djurhuus, pápi mín, var sostatt oldurabbasonur Sjóvarbóndan við Sjógv í Kollafirði!
Mamma til pápa var ættað innan úr Húsi við Sjógv á Strondum og kallaðist Petronella. Hon var bóndadóttur. Hon var systir Andrias bónda við Sjógv, sum kundi feira sín 100 ára dag í 1980. Hann var fyrsta mannfólk í Føroyum, sum í nýggjari tíð náddi 100 ára aldur. Tann kendi Ríki Rasmus við Sjógv á Strondum var pápabeiggi ommu.
ABBI GIFTIR SEG AFTUR
Mamma pápa doyði, tá pápi bert var 2 ára gamal. Abbi sæt eftir við trimum synum. Marin Poulsen, vanliga rópt Marin á Forum, sum var gift við mammubeiggja til pápa og búði við Sjógv á Strondum, tók pápa til sín og hevði í huga at fostra hann upp sum sín egna son. Men tá abbi trý ár seinni giftist við Poulinu Danielsen av Hvítanesi fer pápi aftur inn í barnaheimið Innan Glyvur. Tað valdaði, alt tað eg kann minnast, eitt inniligt forhold millum fosturmammu pápa, Poulinu og Marin á Forum. Í mínum barnaárum kendi eg báðar hesar kvinnur sum ommur hjá mær.
KEMUR TIL TRÚGV
Pápi og brøður hansara vuksu ikki upp í einum ríkmansheimi, men tann andaligi evangeliski førningurin var ríkiligur. Omma var komin til persónliga trúgv á Jesus sum ung genta, og hetta gav hon víðari til sínar synir.
Tá pápi var 18 ára gamal fer hann til Havnar at arbeiða, og hann gjørdist Havnamaður burturav, tí hann kom ongantíð aftur inn á Glyvur at búgva. Hann kom at ganga á møti í Ebenezer (gamla Ebenezer), har hann kom til persónliga trúgv sum ein ungur maður.
25 ára gamal fór hann til Íslands, har hann arbeiddi á einum bóndagarði á Reykjavíkarleiðini. Hann kom trúfast á møti í Brøðrasamkomuni í Reykjavík, Bræðraborgarstígur, og í Frelsunarherinum, har hann onkuntíð hevði vitnisburð, tá høvið var til tess.
HÝRUVOGNSFØRARI
Í 1948 kom pápi heimaftur, og tá fór hann at koyra hýruvogn í Havnini. Í 1953 tók hann stig til, saman við Eigil Gunnarson og Jóhannes Berg, at stovna hýruvognsstøðina P/F AUTO, sum enn, 67 ár seinni, er eitt virksamt og gevandi arbeiðspláss í Havnini.
Mamma og pápi giftust í 1950, og á heysti sama ár flyta tey inn í nýbygdu húsini í Jákup Nolsøesgøtu úti í Grønlandi í Havn, har mamma enn býr. Mamma verður 88 10 juni í ár.
Pápi og mamma gingu regluliga á møti í Ebenezer (gamla Ebenezer, seinni nýggja Ebenezer). Pápi var onkuntíð við møtibátinum hjá Ebenezer, sum kallaðist Boðberin, og tá var tað mangan, at hann tók meg við, tá eg var smádrongur. Hetta eru kær minnir í huga mínum.
Lívsleiðin hjá pápa varð hýruvognskoyring, og mær fyrikom, at hann treivst betur og betur í hesum arbeiði sum hann eldist. Men brádliga vóru boð eftir honum, bert 59 ára gamal, tá hann fekk heilabløðing. Hetta gjørdi, at hann ikki fór at koyra hýruvogn aftur, nakað, sum nívdi hann meint tey nógvu fylgjandi árini. Men pápi bar lagnu sína stillførur inni við seg sjálvan. Hann fekk 20 góð ár eftir hetta og gjørdist ein habilur “privatsjaførur” hjá mammu, sum aldri sjálv fekk koyrikort.
MINNINI EFTIR PÁPA
Børnini hjá mær og Elsu minnast pápa sum ein góðan og gávublíðan abba. Tey minnast, at tá hann sendi tey í handilin at keypa Dimmalætting, so gav hann teimum altið tað sum leyp av. Tey siga, nú tey eru vaksin, at tað kundi stundum gerast ein kapping teirra millum at fara til handils fyri pápa.
Pápi dámdi ómetaliga væl at vitja okkum, tey árini vit arbeiddu í Kristnastovu í Keypmannahavn. Mamma og pápi komu á hvørjum ári at vitja okkum, og pápi stórtreivst við rívuni í túninum í Kristnastovu.
Pápi og mamma lærdi meg veg Guds og at elska Guds fólk og samkomu Guds. Tey vóru mær ein góð fyrimynd.
Vit minnast pápa, verfaðir, abba og langabba við nógvum góðum minnum, og lýsa Guds signing yvir minni eftir – Andrew Djurhuus.
NB: Vit høvdu lagt ætlanir, at øll familjan við abba- og langaabbabørnum skuldu møtast í dag úti á grøvini, og síðani til eina máltíð heima hjá mammu, men hetta varð alt avlýst vegna coronaumstøður. Um so var, so høvdu vit verið ein stórur flokkur savnaði í dag.
SKRIVAÐ tann 03.04.2020 av Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











