Korona
Ja, vit hava hoyrt alt um teg eftirhondini - Ella, tađ vil siga: alt sum vit enn vita um teg, væl at merkja. Upprunaliga úr kinverska býnum Wuhan - Ja, bókstaviliga talađ eisini "sum ein býur úr Kina" fyri menniskju kring allan Heimin og so sanniliga ert tú tađ eisini, fyri okkum 50.000 fáđu og heilt úr hinum endanum av Klótanum: Føroyingum. Vit vóru tíbetur fyrireikađi uppá tína komu, høvdu hana í væntu og tískil dugdu okkara dugnaligu fakfólk runt umkring sera væl at lofta tær, tá tú hin 04. Mars og tá tíđindini um títt fyrsta føroyska bit lótu frættast, av sonnum byrjađi at gera um teg. Ótrúligt hvussu skjótt tú gjørdist mestsum hitt einasta evniđ - Ja, seriøst. Og vit hava fatađ tađ: tú ert famøs - "Super. Flott klárađ.."
Men hvat vilt tú okkum? Hví skalt tú endiliga vera her? Hvørjar eru ætlanir tínar? Hvussu sær tín ferđaætlan út og orsaka "frekleikan" men NÆR RÝMIR TÚ???
Ikki tí, víst hevur tú gjørt nakađ meir um teg, í øđrum av grannalondum okkara, eitt nú í: Italia, Onglandi og ikki minniđ yviri í Spania. Nakađ sum vit skíggja teg fyri!
Ikki tí, tað er ikki ofta, at eg persónliga eri errin av fordømandi atburđi ella gleđist av at síggja, tá føroyingar vísa ógestablíđni, men tađ kanst tú lýta á, at eg í hesum førum geri. Um tú væntađi: føroyskan opinleika, gestablíđni og tolni, eri eg sum føroyingur (aftur her) so SERA ERRIN av at siga "Leita ađrastađni!" - Og sigi eg hetta, uttan nakra klassiska umbering ella nærri frágreiđing.
Ja, vit standa saman, um at standa ímóti. Men er tađ nakađ, sum tú tó skalt fáa eina tøkk fyri, er tađ tín óhugnaliga, óetiska og beiska hátt, at endurminna okkum á, hvussu heilt óvanliga sterk vit sum tjóđ standa saman, tá iđ á stendur. Hvussu góđ vit eru viđ hvønn annan - allar næstrar okkara. Hvussu væl vit duga, at ugga og lætta um tilveruna, hjá: grannum, vinum, foreldrum, starvsfelagum, børnum, vinum, makum og enntá fremmandum fólki til handils, tá ið vit so ansin viđ einum smíli, vísa viđurkenning, viđring og forstáđilsi fyri teimum leiđbeinandi reglum, iđ landsstýriđ hevur sett okkum at fylgja. Vit síggja brádliga meir í eygnabráðnum, enn bert eitt "skunda tær", eitt "eg havi ikki so góđa tíđ" ella eitt hálvhjartađ "ja hey, eg síggi teg". Vit síggja: felagsskap, samanhald og styrki, hóast umstøđurnar ikki eru lættar at síggja burtur frá, ella ei heldur skulu tað sama. Tú minnir okkum somuleiđis eisini á, hvussu hvør einstakur í samfelagum kollektivt hevur eitt stórt viđri og um hvussu umráđandi tađ er, at vit ikki taka fyri giviđ allar teir ymisku leiklutir sum vit hava, í einum annars vælfungerandi samfelagi.
Viđ at leggja samfelagiđ lamiđ, setti tú eld á okkara tiltiknu, góđu og gomlu samfelagsviđrum og somuleiđis tí, sum tú helst vildi sæđ ørvísiđ... Úthaldni!
So korona, um eg var tú, hevđi eg ikki ivast í at leita mær ađrar vegir, tí longri tú roynir, meir tíđ spillir tú helst bara her heima. Vit skulu nokk halda út og gera okkara fyri, at klára okkum sum best - Viđ ella uttan korona og harafturat: vit, um nakar, duga serliga væl at fáa sum best burturúr. Eisini í hesum tíðum... Men okey: "Nice try!"
Kirstin Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











