Tað var ikki ein bátur at síggja, so tað var gott pláss at fiska
Eg setti 18 stampar, egndar við m.a goggu og eg meti vektina til umleið hálv fimta túsund pund. Tað er góður fiskiskapur í vánaligastu fiskitíð
-Hetta er góður fiskiskapur, tí hendan tíðin er vanliga vánaligasta fiskitíð eystanfyri her hjá okkum. Eg setti 18 stampar, egndar við goggu og savri og eg meti vektina til umleið hálv fimta túsund pund- Tað sigur útróðrarmaðurin Sonni Johansen, av Strondum.
-Tað er bara umleið 700 pund av hýsu og restin er smáfallandi toskur. Toskurin er miðal feitur, tað vil siga hvørki feitur ella rak- sigur hann.
-Tað var ikki ein bátur at síggja, so tað var gott pláss at fiska. Teir flestu liggja, tí prísurin er vánaligur og so hevur veðrið ikki verið av tí besta. Eg landi her á Toftum og Sjógæti á Eiði hevur keypt fiskin- sigur Sonni Johansen, sum var á Toftum í gjárkvøldi.
Honum og sjófólki okkara verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. MYND TJ -myndir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











