Vártiltøk á Tvøroyri
Páskini standa fyri durðum og vanliga er tað ein hátíð, har fólk leita sær saman til hugna og gaman. Einki er tó sum tað plagar at vera, nú korona-umfarssóttin ger um seg kring allan heim – eisini her í Føroyum, har mælt verður fólki til at halda seg sum mest heima og ikki at savnast í størri bólkum.
Á Tvøroyri hava vit eitt ríkt mentanarlív, men í løtuni eru júst mentanarboðberar okkara teir, ið kanska eru allarmest ávirkaðir av støðuni vit eru í. Ikki minst eru tónleikararnir raktir, nú ein ørgrynna av mentanartiltøkum eru avlýst.
Hetta vilja vit gera nakað við og tí vilja vit bjóða tykkum til ein spennandi seinnapart á Seglloftinum, ónsdagin hin 8. apríl. Vit fara at stroyma beinleiðis frá tveimum tiltøkum, eitt fyri yngra ættarliðið og so einum tónleikatiltaki.
Frá kl. 18:30 fer Heidi Bech, saman við ommubørnum hennara, at vísa fram hugskot til eina fitta páskaheilsan, ið børn kunnu gera, til onkran tey eru góð við. Eftir tað fer Álvur Enni, ið hevur serstakar gávur sum søguforteljari, at siga eina søgu.
Kl. 20:00 er tað okkum ein fragd at kunna bjóða øllum til eina forkunnuga tónleikaløtu. Vit hava nevniliga fingið Blúsorkestrið at fara á pallin. Teir eru altíð væl svingandi, orkuríkir og festligir. Blúsorkestrið eru Davið Jacobsen, bass, Dennis Lave, trummur, Óli Holbæk Mortensen, guitar og Kristian Holbæk, munnharpa og vokal. Afturat sær hava teir fingið mr. Blues himself, Una Debess, at djamma við teimum. Lagt er upp til eina frálíka og svingandi tónleikaløtu, við framúr góðum blústónleiki.
Vit vilja gera okkara ítarsta fyri, at mynd og ljóð eru so góð sum gjørligt. Tá tiltakið nærkast, almannakunngera við leinkið til stroymingina.
Vælkomin at deila tiltakið, so at so nógv sum gjørligt kunnu njóta løtuna saman við okkum.
Tíðindini standa á https://www.facebook.com/tvoroyri/posts/2955835457816900
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











