Stroyma tiltakið á Seglloftinum her klokkan 20.00
Hugnaløtan finnst á Youtube – hana finna tit her https://bit.ly/39SBWHl
Frá kl. 20:00 verður tað fantastiska Blúsorkestrið og Uni Debess, ið fara at undirhalda við teirra frálíka, lívsjáttandi blúsónleiki.
Tiltakið, ið Tvøroyrar kommuna skipar fyri, verður sent beinleiðis av Seglloftinum á Tvøroyri. Vit tendra upptøkutólini ávíkavist kl. 18:15 og 19:45, so fólk fáa høvi til at seta seg til rættis og finna tiltøkini. Sent verður á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu á Youtube – hana finna tit her https://bit.ly/39SBWHl og síggja hana eisini á viðfestu myndunum. (Leinkið er stytt, fyri at lætta um hjá brúkarunum)
Tá vit eru komin til omanfyri nevndu tíðir, mugu fólk endurinnlesa síðuna, soleiðis at tey síggja sjálvt tiltaksleinkið til beinleiðis upptøkurnar. Upptøkurnar verða eisini tøkar eftir tiltøkini.
Vit ynskja øllum eina góða uppliving og einar gleðiligar páskir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur