Gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði
Tá vit nú standa uppi á turrun, so skifta vit zinki, kanna botnin og bógvskrúvurnar og gera okkurt smávegis annað uttanborða og mála botnin.
-Vit standa í dokkini á Skála við Norðborg, tí Mest kannar gearið, nú tað hevur gingið í 60.000 tímar. Ikki tí, eg hugsið einki er gali við tí, men klassin krevur eftirlitið. Samstundis hava vit tað vit rópa “árligt eftirlit” av ymiskum umborð- Tað sigur Pól Mikkelsen, maskinstjóri á verksmiðjuskipinum Norðborg.
- Tá vit nú standa uppi á turrun, so skifta vit zinki, kanna botnin og bógvskrúvurnar og gera okkurt smávegis annað uttanborða og mála botnin. Samstundis gera við ymiskt viðlíkahald á verksmiðjuni og skifta ein lítlan ljósmotor. Vit vóna at sleppa úr dokkini síðst í hesi vikuni ella fyrst í komandi viku- sigur hann.
Hóast maskinmennirnir vóru upptiknir, so var tíð til ein kaffisteðg og eitt Guds orð og bøn frá sjómanstrúboðaranum afturvið.
Teimum umborð á Norðborg, og sjófólkunum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook. Mynd TJ myndir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











