Tann fyrsta coronakanningin í Føroyum varð gjørd tann 28. februar
Tann 18. mars vóru gjørdar í alt 339 kanningar, og hetta er met higartil. Hyggja vit nærri eftir aldursbýtinum, so eru flestar kanningar gjørdar í aldursbólkinum 40 til 49 ár.
10. hvør føroyingur er nú kannaður
Nú er 10. hvør føroyingur kannaður fyri coronasmittuna. Sambært Hagstovu Føroya búgva í løtuni 52.199 fólk í Føroyum, og nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, ber til at staðfesta, at í alt 5299 føroyingar eru kannaðir.
Tann fyrsta coronakanningin í Føroyum varð gjørd tann 28.februar, og síðani 3.mars hava verið kanningar gjørdar hvønn einasta dag. Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógvar kanningar hava verið gjørdar hvønn dag. Tann 18. mars vóru gjørdar í alt 339 kanningar, og hetta er met higartil.
Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum lata seg kanna. Hyggja vit nærri eftir aldursbýtinum, so eru flestar kanningar gjørdar í aldursbólkinum 40 til 49 ár.
Øll hagtølini kunnu lesast her á heimasíðuni og eisini á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











