Framvegis eingin - Seinasta samdøgrið er eingin staðfestur smittaður
Hetta byggir á í alt 5408 kanningarúrslit. Í løtuni eru 145 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.
Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5408 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Hetta er triði dagur upp í slag, at eingin persónur er staðfestur smittaður.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 145 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Í dag er Langi fríggjadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður 1. páskadag tann 12.apríl.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











