Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

MYNDARØÐ: Nakrir tankar saman við myndum frá einum gongutúri

Innanlands, Mentan | 10/04-2020 18:48

Soleiðis skrivar Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík eftir ein gongutúr í dag.

Sum ein roykur í stilli man standa, henda langafríggjamorgun í 2020.

Her liggur heimbygdin, várið er komið. Grunnur víkarbotnur við vallaðum fjøllum báðumegin og miðjan slættur dalbotnur. Ofta byrjar morguntúrurin við Minnisvarðan. Staðið, ið setur tankarnar ígongd, Tað er óskiljandi at lítla heimbygdin hevur klára hørðu sløgini. Frá 1878 til 1896 bert 18 ár, misti bygdin 28 fólk, øll í fagrasta blóma, 24 fingu váta grøv. Serliga var býlingurin í Innardali hart raktur, hús blivu løgd saman, og kom matur, var býlingurin roknaður sum eitt hús, øll fingu burtur av.

Men hóast login nærum slóknaði var glóðin eftir.

Brandurin til frælsi var kyknaður, nú bóndasamfelagið misti takið, og dreymarnir blivu til verðuleika. Hesir frælsisdreymar, at vinna sín egna pening.

Bygdin fekk tíðliga í 1900 talinum fýra kendar skiparar, Benjámin Johannesen, Úti í Húsi, brøðirnar Antinis og Tummas í Hansastovu og Hanus á Brúnni. Enn standa húsini, teir lótu byggja, sum sonn príðir í og fyri bygdina.
Benjámin var sonur Marina Jóanis og Katrina Innan fyri Garð, men vaks upp Innan fyri Garð hjá mammubeiggjanum Sáru Jóanis og Bernadinu. Húsini hjá fosturforeldrunum vóru vánalig, so Benjámin bygdu teimum nýggj hús í 1917.

Benjámin og Sáru Jóanis ganga nógv aftur í skaldskapinum hjá Heðin Brú. Benjámin sum skiparin á Rúðini í Fastatøkum. Hesin stóri maðurin, ið stóð sum drangur í brimi. Trygdin, ið ungu dreingirnir sóu upp til, tá havið og stormarnir leikaðu í.

Sáru Jóanis ikki minni í skaldskapinum, sum Høgni hin gamli, nakað tað besta Heðin hevur skrivað. Eisini stuttsøgan Jóanis, um gravarferðina, - Fjallaskuggin.
Í 1924 byggir Benjámin aftur hús, men nú síni egnu, til konu og børn á Heygsgarðinum.

Ein onnur skiparaborg eru húsini hjá Antinesi og Jovinu, bygd 1933. Tað sermerkta við hesum húsum er, at tey longu í 1933 eru bygd við tøttum tróðri.

Timburmeistarin var heldur ikki hvør sum helst, men kendi Frits Hansen í Pætursastovu í Havn. Frits var kendur timburmaður, gekk á tekniskaskúlan hjá Magnus á Kamarinum. Arbeiddi eisini saman við HCW Tórgarð og Magnus á Kamarinum, um fleiri stórverk í Føroyum.

Frits fekk Legat til víðari útbúgving. Tá kom hann at vera við til at smíða eini serstøk hús í Danmark. Hesi húsini eru í dag ísrelska sendistovan.

Húsini hjá Nielsi og Lenu á Mølini, lat Hanus á Brúnni byggja í 1920. Hanus hevði handil í kjallarinum og stóra neysti við síðuna av, var til at taka í móti fiski.
Hanus flutti til Havnar og fekk navnið Hanus í Skálavík. Niels á Hamri keypti húsini, var eisini skipari og førdi skip. Men kendast munnu fostursynirnir vera Eiler og Sámal Jacobsen.

Seinasta skiparaborgin er á Klettinum, her bygdi bróður Antines, Tummas í Hansastovu síni hús í 1921
Tað var eisini kendi timburmeistarin Frits í Pætursastovu, ið bygdi. So tað sigur nakað um støði.

Nakrir tankar saman við myndum frá einum gongutúri.

Gleðiligar páskir


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi