Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ólavur Jøkladal: Fagnaðarroði, lív okkum boðið!

Átrúnaður | 13/04-2020 18:01

Danir hava løgið nokk ongantíð sýnt tann ans fyri hesum megnar sálmi, so sum tey í Noregi. Sum skilst, er tað lagi Lindemans fyri at takka, at brøðratjóð okkara í ein landnyrðing tók sálmin til sín....

Páskamorgun – Fagnaðarroði, lív okkum boðið!
Tað var navnframa danska skaldið Nikolai Frederik Severin Grundtvig, sum í 1843 skrivaði henda víðagitna sálm við heitinum Páskamorgun.
Tónaskaldið L.M. Lindeman skrivaði lagið.

Danir hava løgið nokk ongantíð sýnt tann ans fyri hesum megnar sálmi, so sum tey í Noregi.
Sum skilst, er tað lagi Lindemans fyri at takka, at brøðratjóð okkara í ein landnyrðing tók sálmin til sín....

Nú ein dagin undan páskum heitti eg á svág mín, Árna av Reyni, um at týða sálmin til føroyskt. Árni segði mær, at hann longu hevði týtt sálmin.
Gripin av sálminum fór Árni undi at týða hann eftir páskir í fjør, í apríl 2019.
Vit rokna Grundtvig sum ein av teim, ið setti á stovn donsku háskúlarørsluna. Hann var móðurmálinum sannur vinur, søgukønur og tjóðskaparliga sinnaður. Nýnorsku rørsluni ein sannur stuðul.
Temað í sálminum fevnir um Jesu uppreisn av deyðum, har sálmaskaldið nevnir Jesus við hesum nøvnum: frelsarmaður og sáttarmaður, umframt at nevna hann Harran.

Í týðing síni hevur Árni við bókstavrímum sínum lagt seg tætt upp at upprunateksti Grundtvigs í formi tess, eitt nú har sagt verður: Lokin neyðin, deyður deyðin!

Bygnað og rím hevur Grundtvík lænt frá sálminum hjá Brorson: ”Her vil ties, her vil bies.” Ørindini hava veruliga bert fýra reglur, men við at endurtaka tvær tær fyrstu reglurnar verða tað seks reglur.

Lagið hjá Lindeman, sum sungið verður til sálmin, er upprunaliga skrivað í 1864 til Brorsons ”Her vil ties, her vil bies.” Nú verður lagið bert tengt at sálminum hjá Grundtvig. Danir syngja eitt lag hjá Thomas Laub til sálmin Páskamorgun.

A.P. Berggreen eigur tað nú á døgum vælumtókta lagið til “Her vil ties, her vil bies.” Påskemorgen slukker sorgen hevur gjøgnum langar tíðir verið fastur sálmur á skránni í norskum kirkjum á páskadegi, men sum áður sagt, so vann sálmurin ongantíð frama í Danmark.

Í 1859 hevði Wilhelm Andreas Wexels sálmin við í útgávuni Christelige Psalmer, og Magnus Brostrup Landstad fekk hann við í Kirkesalmeboken í 1869, tó við onkrum málsligum broytingum.

Upprunaliga vóru 9 vers, men seinni er sálmurin skerdur við trimum versum, so at hann kann verða sungin, tá ið gudstænasta er.
Tey eru ikki hissini, sporini eftir Grundtvig.

Keldur:
Bibelen 2005
Norsk Salmebok 1985
Landstads reviderte salmebok 1960
Lars Aanestad
Anne Kristin Aasmundveit
Egil Elseth
P.E. Rynning
Tobias Salmelid

Hoyvík, tann 2. apríl 2020
Ólavur Jøkladal

TRÝST HER OG HOYR https://www.facebook.com/1424605506/videos/10223337882021677/


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi