Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Svar til Sjúrð Skaale

Lesarabrøv | 06/05-2020 17:41

Eg rakti helst plett, tá eg í eini grein, leygarmorgunin, skrivaði, at greinir sum Sjúrður Skaale skrivar, byrja altíð við, at hann slær fast, hvør hansara egna fatan er av málinum, og út frá hesi fatanini kunnu so onnur siga sína hugsan. Hann skal altíð einsamallur krita vøllin av. 

Trupulleikin við hesum skriviháttinum er, at um hansara fatan er skeiv, so verður alt kjakið skeivt. 

Tað gingu bara nakrir tímar, so svaraði Sjúrður aftur, og tað gjørdi hann júst soleiðis, sum eg frammanundan hevði sagt, at hann fór at gera: Hann velur fyrst ein setning í míni grein, sum hann síðani snarar týdningin av, og so ger hann viðmerkingar til sína egnu snaring. 

Hann fortelur søguna um Mike Godwin, sum uppfann hugtakið “at spæla nazi-kortið”, og hóast hetta hugtakið passar sera illa inn í kjakið okkara millum, so fær hann kortini onkursvegna kroyst seg sjálvan inní hetta hugtakið, og spælir so útaftur við einum “offur-korti”.

Eg havi ongastaðni kallað Sjúrð nazist, og kundi heldur ikki funnið uppá tað – sjálvt ikki eftir at hann brúkti yvirskriftina “Helgi og Hitler”. Tí – sum Sjúrður sjálvur skrivar: Tey ið gera slíkt hava ongi argument.

Eg havi ongastaðni samanborið Sjúrð við nazistar. Tað sum tað heila snýr seg um er, at Sjúrður kallaði orðini hjá løgmanni fyri “vrøvl”, tá hesin segði, at vit skulu ikki hava ein politistat í Føroyum.

Og so fer Sjúrður í blekkhúsið og definerar, hvat ein politistatur er fyri nakað. Hann slær sína egnu fatan fasta sum tann æviga sannleikan. Hann sigur, at valið stendur ímillum ein politistat, sum ikki verður stýrdur við lógum, ella eitt rættarsamfelag, har lógirnar eru stýringsamboð.

Eg eri ikki samdur við hesi alt ov grunnu niðurstøðuni, og fyri at lýsa tað vísti eg á tvey dømi, har politistatir vórðu stýrdir við lógum.

Men heldur enn at fyrihalda seg til hetta, so vendir Sjúrður mínum orðum, og eisini pástendur hann, at einasta endamálið við míni grein var at seta hann fram sum ein, ið vil hava ein politistat. – Tað havi eg ongastaðni sagt. Tvørturímóti segði eg, at tað var ringt at finna útav, hvat hann veruliga vildi. 

Men hví alt hetta uttanumtosið? Hví ikki bara halda seg til tað sum greinin snúði seg um? Kann Sjúrður ikki bara viðganga, at hansara allýsing av einum politistati var alt ov grunn og skeiv? Tað var tað sum mín grein snúði seg um. 

Av royndum veit eg, at Sjúrður gevst ikki við at kjakast, so hann skal nokk koma aftur og annaðhvørt endurtaka við uppaftur størri stavum, at tað sum eg segði, var tað sum hann hevur avgjørt at eg segði, ella kemur hann við eini nýggjari útlegging av onkrum øðrum, sum eg havi sagt. Men eg ætli mær ikki at halda fram við hesum kjakinum. Eg havi fingið sagt tað, sum eg vildi siga, so eg sigi takk fyri hesaferð.


Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi