Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vága kommuna: Heimatænastan letur varisliga upp aftur

Heilsa, Innanlands | 10/05-2020 13:00

- Vit gleðast um, at vit spakuliga kunnu økja um virksemi okkara. Allar tænasturnar verða settar í verk aftur eftir einum skipaðum leisti, ið tekur atlit til framhaldandi at forða fyri smittu, sigur Jóngerð M. Nielsen, sum er leiðari í Heimatænastuni í Vágum.

Soleiðis verður farið til verka í fyrstu atløgu:

Heimahjálp og heimasjúkrarøkt

Hendan tænastan økist aftur stigvíst, og verður gjørt í samstarvi við tørvsmetarar og borgararnir.

Dagtilboð Ivanshús

Borgarar sum eru tilknýttir dagtilboðnum, byrja nú stigvíst aftur. Tað verða 2 – 3 borgarar sum byrja hvørja viku, inntil allir eru byrjaðir aftur. Teir fyrstu byrja 11. mai 2020, og borgararnir fáa beinleiðis boð frá starvsfólki í Ivanshúsi, nær teir kunnu byrja.

Døgurðaskipan

Heimabúgvandi borgarar, sum eru í døgurðaskipanini, fáa døgurðan koyrdan heim sum vanligt.

Heimið á Sýnini

Nú vit lata upp fyri, at avvarðandi kunnu koma inn at vitja, hava vit gjørt eina ætlan fyri, hvussu hetta verður gjørt best.

Vitjunartíðir verða skipaðar í tíðarskeiðnum dagliga millum kl.15.00 og 18.00.

Avvarðandi, í fyrstu syftu fyrsti og annar kontaktpersónur, fáa eina tíð, har tey kunnu koma og vitja. Eitt starvsfólk, sum er á vakt, hevur ábyrgdina av at vísa avvarðandi inn á búrúmið, tryggja at tíðin verður hildin og at avvarðandi fara beina kós út.

Avvarðandi skulu ganga inn ígjøgnum ávísar hurðar, og spritta hendur við nærmasta sprittdunki. Avvarðandi skulu bara vera inni í búðrúminum alla ta tíðina tey eru og vitja. Um avvarðandi hava tørv á wc vitjan, skal wc hjá teirra avvarðandi nýtast. Tá vitjunartíðin er liðug kemur starvsfólkið og boðar frá, og vísir á, hvar tey spritta seg á veg út og vísa avvarðandi út aftur rættan veg.

Vit hava ikki møguleika at bjóða kaffi og te í fyrstu atløgu. Avvarðandi eru vælkomin at hava eitt hvørt við sær, kaffi/te ella okkurt søtt.

Starvsfólkið hevur mannagongdir, sum tey kunnað avvarðandi um, tá vitjað verður.

Fyri at minka um smittuvandan, verða flaturnar á kamarinum sprittaðar, tá avvarðandi eru farin. 

Umlætting

Vit byrja stigvíst at taka borgarar inn til umlætting, og í fyrstu syftu koma tveir borgarar til umlætting. Tann fyrsti borgarin kemur inn 19. mai 2020, og tann næsti kemur tann 26. mai 2020.

Teir borgarar sum fyrst fáa møguleikan at koma til umlætting, fáa boð í komandi viku. Síðani verður upptøkufundur at viðgerða víðari umlættingar, og borgararnir og avvarðandi fáa beinleiðis boð.

Fótarøkt

Fótarøkt kann byrja á Heiminum á Sýnini tann 18. mai 2020. Fótarøktir fylgja tilmælum, og skulu avtala tíðir við starvsfólk á deildunum.

Hárfríðkan

Um búfólk ynskja hárfríðkara kann hetta gerast í samráð við deildina. Hárfríðkari fer tá at veita tænastu á kamarinum hjá búfólkinum.

Tannrøkt og tannlækni

Um búfólk hava tørv á tannlækna ella tannrøktara, verður hetta avtalað millum búfólk, avvarðandi og starvsfólk á deildini.

Terapeutar

Hesar tænastur verða eisini stigvíst øktar, og serligar skipanir verða galdandi restina av mai og juni mánaða. Terapeutar fara nú eisini at veita tænastu aftur til heimabúgvandi borgarar frá 13. mai 2020.

Fimleikur

Hendan tænastan verður ikki sett í verk fyribils.

Virksemi annars á Heiminum á Sýnini

Virksemi av ymiskum slag, sum andaktir, sangløtur, kórsangur, vitjunarvinir o.a., verður ikki tikið við í fyrsta stigi í upplatingini.

 

Vit vóna øll taka væl ímóti fyribils skipanini, og síggja fram til at kunna lata enn fleiri tænastur upp, sigur Jóngerð M. Nielsen, leiðari Heimatænastan í Vágum, at enda.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi