Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

SALT letur upp aftur við installatiónini Salt Jarðarinnar - Jarðarinnar Salt

Innanlands, Mentan | 16/05-2020 11:00

SALT á Tvøroyri letur upp aftur við eini installatión um salt, sum Rannvá Mortensen og Guðrið Poulsen hava gjørt.

Skráin fyri tiltakið er, at Ólavur Rasmussen bjóðar vælkomin og so fer Tvøroyrar Hornorkestur at spæla.
Síðan bjóða framsýnararnir, Rannvá og Guðrið, fólki til “Langborðsperformance”.

Tað er ókeypis atgongd.

 

Almennu tilmælini um í mesta lagi 50 fólk á staðnum, verða fylgd. Fyri at tryggja áskoðarunum atgongd til framsýningina, verður, um neyðugt, ferniseringin endurtikin, so at øll sleppa inn.

 

 

Um framsýningina

Saltjavnvágin er avgerandi fyri, um náttúran livir ella oyðist. Á framsýningini taka vit støði í serligu funktiónini, sum húsið hevur havt. Við heitinum sipa vit eisini til spirituellu dimensjónina, menniskjans serliga perspektiv á síni ferð frá upphavi til týning. Vit taka støði í tilfarinum salt, og í serligu staðsetingini hjá siluni við sjóvarmálan.

Verkið er ein installatión, sum hevur skap av eini stórari, trívíðari salttinnu. Ein konstruktión úr viði umleið  5lx 5b x 4h m., sum man kann fara inn í, og sostatt gerast partur av við sínum egna kroppi. Tá ein kemur nærri at skulpturinum/installatiónini  finnur ein smærri verk úr blandaðari tøkni, sum lýsa hesi evni úr ymsum sjónarhornum: saltjavnvágina, vistskipanina, (dýr)gripir,kropp og náttúrunnar viðbrekni.

Perspektivið er uppá tað mista paradísið øðrumegin, og ivan og angistina fyri tí ókomna hinumegin.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (42) - 25. mai 2020
Vespureiðrið (135) - 25. mai 2020
Bilaleigu­felag mist nógv undir koronakreppuni
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (viku 22)
Samrøða við Hanus Kjølbro - Tekur 1 ár at gerast skip­satstøðari á Sjónámi
Søguligt herskip funnið á 4 kilometra dýpi
Søgan um festið í Oyndarfirði
Framleiðir seingjarkistur til koronadeyð
The Land of Maybe – No More
Koronasmittan komin umborð á skip hjá Maersk
Teir selja land og seg sjálvar
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 24. mai 2020
Tíðindi á R7 klokkan 20:00
Ókeypis webinar við Bárði Persson: “Trín fram, so tað stendur eftir”
Orkuprát um sjóvarfallsorku
Djórini skulu hava tað gott
Farmaskip úr Polen álopið í Guineaf­lógvanum
Brasilski forsetin noktar at taka ábyrgd
Fleiri hava fingið arbeiði í Nuuk undir koronakreppuni
Twitter setir merki á boð frá Donald Trump
Bátabrýr­nar frá 1973 hava tænt fyri seg
Lands­stýris­maðu­rin sett nýtt Fólka­heilsuráð
Starvs­fólk hjá Tvøroyrar kommunu heiðrað
Samrøða: Theresa Turidardóttir Kreutzmann, um ferðavinnu í Suðuroy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi