Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Grønlandstoymið sleppur ongan veg

Innanlands | 19/05-2020 11:00
Grønlandstoymið hjá Føroysu Sjómansmissiónini/Heimamissiónini. Mynd: Sjómansmissiónin

Hvørt summar, síðani 2010, hevur eitt toymi frá Føroysku sjómansmissiónini/Heimamissiónini vitjað í Nuuk í umleið 10 dagar.

Limirnir í toyminum hava búð á sjómansheiminum og havt ymiskar missiónsuppgávur á heiminum, á ellisheimum, sjúkrahúsinum, fangahúsinum, í kirkjum og samkomum og havt andaktir umborð á skipum við meira.

Ætlanin var at fara avstað aftur í ár, og ferðin skuldi verða frá 22. mai til 3. juni.

Vegna koronasmittuna og tey fyrivarni, sum eru galdandi bæði í Føroyum og í Grønlandi, sleppur toymið ikki avstað í mai.

Ivasamt er, um tað verður gjørligt seinni í ár, so kanska verður ferðin ikki fyrr enn komandi ár. Toymið harmast um støðuna, men fær einki gjørt við hana. Toymið er í samskifti við ferðaskrivstovu viðvíkjandi ferðaseðlunum.

Tað skrivar trúboðin á heimasíðu síni.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Patrik: "Eg var noyddur at venda TB bakið." (Hoyr samrøðuna)
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Farmurin var sandur, grús og bátar
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
MYNDIR: Kvinnu­renning í Hvalvík
Reiðari stillar upp á lista B
Brandur í Dali: Snýr alt seg um pengar?
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi