Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

SNA- og MAP arkitektar hava bæði vunnið 1. virðisløn fyri Stórutjørn

Innanlands | 19/05-2020 19:00
MAP arkitektar vunnu 1. virðisløn.

Arkitektafeløgini SNA og MAP hava bæði vunnið 1. virðislønina í samlaðu dømingini um heildarætlanina fyri Stórutjørn. Feløgini verða knýtt at verkætlanini sum ráðgevar, nú Stóratjørn verður løgd til rættis. - Heildarætlanin fer at mynda gerandisdagin hjá túsundtals føroyingum.

Her er vælkomurøðan hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, tá vinnararnir vórðu avdúkaðir í Müllers pakkhúsi seinnapartin:

Tórshavnar kommuna veksur alsamt, og ein støðugt vaksandi býur krevur nýhugsan og rúmari ræsur at liva og virka í. Tí er og verður tørvur á at víðka um býin.

Við hesum í huga samtykti Tórshavnar býráð at leggja lunnar undir framtíðar virksemið við Stórutjørn.

Ætlanir hava leingi verið frammi um hetta stóra økið í Hoyvík. Men fyri Tórshavnar kommunu hevur verið umráðandi, at avgerðirnar um Stórutjørn verða bygdar á bestu býarskipanarligu førleikarnar, sum vit hava í Føroyum.

Føroyskir arkitektar og føroysk arkitektavirki vóru fyrst boðin til hugskotskapping um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn. Síðani vóru fýra toymi undangóðkend at luttaka.

Og nú fyriliggur so dómsnevndarálitið, sum verður avdúkað um eina lítla løtu.

Uppskotini eru spennandi og hyggja fram í tíðina. Tað sæst týðiligt, at nógv orka er løgd í arbeiðið at skipa nógvu fermetrarnar, sum lendið fatar um.

Hetta er samstundis eitt sera umráðandi stig, sum nú verður tikið, og henda heildarætlanin fer at mynda gerandisdagin og trivnaðin hjá túsundtals føroyingum í nógv, nógv ár.

Hvar skal bústaðarbyggingin verða? Hvar skal vinnan halda til? Hvar verður ítrótturin skipaður? Og hvussu verða vegir og gøtur skipaðar. Alt hetta verður avdúkað um eitt lítið bil.

Fari at leggja aftrat, at býráðið hevur samtykt at staðseta eina stórhøll við Stórutjørn. Hon skal kunna hýsa altjóða ítróttargreinum umframt stórum ráðstevnum og ógloymandi konsertum við føroyskum og útlendskum tónleikabólkum.

 

Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu til handanina av virðislønum fyri heildarætlanir av nýggja býarpartinum, Stórutjørn. 


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Patrik: "Eg var noyddur at venda TB bakið." (Hoyr samrøðuna)
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Farmurin var sandur, grús og bátar
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
MYNDIR: Kvinnu­renning í Hvalvík
Reiðari stillar upp á lista B
Brandur í Dali: Snýr alt seg um pengar?
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi