Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Nova
NOVA úr Suðuroynni (45) - 22. juni 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (139) - 22. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 21. juni 2020 - Tala: Monika Kunoy Sharp "Eg eri við tykkum" - Orðið: "Løn mín er við mær"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 1. partur
Nova
Samrøða: Rógvi Kærbech, formaður í Vágs Kappróðrar­felag
Lýsing
Lýsing

Nú eru heimarbeiðspláss og fjararbeiðspláss ein sjálvfylgja

Innanlands, Lesarabrøv | 20/05-2020 07:00
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági

Seinastu 10-15 árini hava við jøvnum millumbiðlum verið uppskot, tankar og orðaskifti um at skipa heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss hjá tí almenna í Føroyum. Ein av høvuðorsøkunum er, at hetta vil geva fólki møguleika at røkja størv hjá tí almenna, uttan at skula hugsa um at búseta seg í ávísum stað – ja, at kunna røkja eitt alment skrivstovu starv á t.d. Tvøroyri og verða búsitandi í Svínoy.

Gongdin seinastu ártíggjuni hevur verið púra greið

Ein alsamt størri partur av arbeiðsuppgávunum hjá fólki í skrivstovustarvi ella í umsitingarligum størvum verða loystar við teldu og internetsambandi. Hetta merkir eisini, at tað hevur minni og minni týdning, hvar í landinum persónurin við telduna situr, bara uppgávan verður loyst. Uppgávan er ikki tengd at, at tú skal sita á ávísar adressu fyri at loysa uppgávuna, men heldur er tað ein spurningur um at uppgávan verður loyst eftir ávísar ætlan og við ávísum tíðarfreistum.

Tekniskt hevur tað í øllum førum í 15-20 ár verið gjørligt at skipa heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss, men hóast hetta, so hevur ikki verið nøkur serlig framgongd á hesum økinum hjá tí almenna í Føroyum. Ein orsøk er helst, at politiski myndugleikin og stovnsleiðslur kanska ikki hava verið heilt klárar til hesa broyting. Hetta krevur sum verða man stóra hugburðsbroyting, tí talan er um eina broyting frá tí vanliga kenda arbeiðsplássinum, har fólk møta upp til arbeiðis, hava hvør sína skrivstovu ella hvørt sítt skrivaraborð og á staðnum loysa dagligu uppgávurnar.


Men nú er ein broyting farin fram

Korona-støðan hevur ført við sær, at fólk hava verið noydd at arbeiða heimanífrá, og hevur hetta – um ikki annað – lært okkum at tað er lætt og ómakaleyst at arbeiða heimanífrá.

Hesar mánaðirnar hava vit ikki frætt stórvegis um, at rúgvur av uppgávum liggja óloystar, tí fólk arbeiða heimanífrá, heldur hinvegin. Fundir hava eisini verið hildnir sum vant, men ikki í einum fundarhøli við fólki kring fundarborðið, men í einum virtuellum fundarhøli á internetinum. Skeið og undirvísing fyri starvsfólkum hevur eisini verið skipað sum vant, men ikki sum vanligt í felags skeiðshølum, men umvegis undirvísing á internetinum.

Við øðrum orðum eru vit komin hartil, at heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss er vorðin ein sjálvfylgja eisini í Føroyum !


Adressuleys størv í Íslandi

Í Íslandi gjørdu landsmyndugleikarnir í heyst av, at so nógv størv hjá tí almenna sum tilber skulu skipast sum adressuleys, og at 9 út av 10 nýggju størvunum í landsumsitingini skuldu lýsast leys at søkja sum adressuleys. Tað vil siga, at tað í Íslandi væl ber til at arbeiða í Fíggjarmálaráðnum í Reykjavík, men verða búsitandi og arbeiða heimanífrá á Seyðisfjørðinum.

Hendan broyting skapar stórar møguleikar fyri allan útjaðaran í Íslandi, tí eins og í Føroyum, so hava fólk við útbúgving í Íslandi í stóran mun verið “kroyst” til at flyta á Reykjavíkarleiðina, tí tað eru har tey nógvu størvini til útbúgvin fólk eru. Hetta skapar m.a. trýst á bústaðarmarkaðin kring allan høvuðstaðin og førir eisini við sær fólkaminking í útjaðaranum við øllum teimum neiligu fylgjunum, sum har hoyra til.

Men hetta kann nú spakuliga broytast og fyrstu størvini uttan adressur í Íslandi vóru sett longu fyrst í november mánaðí fjør!


Heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss eisini í Føroyum

Í Føroyum eiga vit sjálvsagt eisini at fara undir at skipa almenn arbeiðspláss sum heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss. Tað vil siga at fara burtur frá at krevja, at tú skal møta upp á ávísari adressu til arbeiðis, til at krevja, at uppgávan verður loyst sambært ætlan og tíðarfreistum – og so er tað líkamikið um starvsfólkið loysir uppgávuna í Mykinesi, Elduvík ella Lopra.

Við tað at landið er so lítið og tað er lutfalsliga skjótt at ferðast úr einum enda í annan, so ber eisini til at skipa hetta sum kombinatiónsstørv, har ein partur av vikuni verður arbeitt á arbeiðsplássinum t.d. í Umhvørvisstovuni úti á Argjum og hin partin av vikuni heima við hús í Hvalba.

Ein annar møguleiki er eisini at starvsfólk brúka felags arbeiðspláss – sokallaði coworking space – har tað eru tøk skriviborð + stólar, internetsamband, útgerð til netfundir, printari og ikki minst kaffistova. Eitt slíkt felags arbeiðspláss ella coworking space er t.d.í Fjarlestrardeplinum í Vági og høvdu fólk úr allari Suðuroynni, sum eru í almennum størvum norðanfjørðs, kunnað havt felags arbeiðsstað á Fjarlestrardeplinum nakrar dagar um vikuna.

Tøkniliga er tað sera einfalt at skipa heimaarbeiðspláss og fjararbeiðspláss – og vit hava staðfest, at tað riggar..

Vit hava í hesum korona-tíðum eisini staðfest, at tað ber sera væl til at fáa uppgávur loystar og fundir hildnar eisini tá fólk arbeiða í heimaarbeiðsplássum.

So tað er ein sjálvfylgja, at eisini vit í Føroyum skulu fáa í lag skipan við heimaarbeiðsplássum og fjararbeiðsplássum.


Dennis Holm

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Tað eru følsk tíðindi
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Stórur eftirspurn­ingur at fáa eina av hesum íbúðunum
MYNDIR: Fingu myndir av Tvøroyri frá 1969, úr Kanada
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 28 )
Tekur lands­stýrið ikki Jenis av Rana í álvara? 
Fegnir sjómenn
”Tað gongur nokk….”
Hans Joensen selt klædnahandlin
Fyrrver­andi forsætis­ráð­harri í Fraklandi dømdur 5 ára fongsulsrevsing
Pínligt og respektleyst: Danmark flaggar skeivt á triðja sinni 
Ólavsøkan enn einaferð
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Samrøða: Heðin Jákupsson um nýggjan føroyska rættstavara
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
Jenis av Rana klipti snórin
Landsverk vitjaði í Hvalvík
Svimji­høllin í Runavík nærkast
Bjørg Dam: Tórshav­nar býráð: lorkað milliónavirðir burtur
SandFrakt og summarlega í Suður­grønlandi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Nova
NOVA úr Suðuroynni (45) - 22. juni 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (139) - 22. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 21. juni 2020 - Tala: Monika Kunoy Sharp "Eg eri við tykkum" - Orðið: "Løn mín er við mær"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 1. partur
Nova
Samrøða: Rógvi Kærbech, formaður í Vágs Kappróðrar­felag
Nýggjastu tíðindi