Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannar yvir 1.000 blóðroyndir fyri koronasmittu
Kanning av andevni móti koronavirus er nú innkoyrd á kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvstovuni.
Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu hevði boðið 1.500 tilvildarliga valdum fólkum úr øllum Føroyum at luttaka í hesi verkætlanini, og hóast skotbráið at lata eina blóðroynd bara var nakrar dagar, hava omanfyri túsund luttakarar meldað seg til kanningina.
Blóðroyndirnar hava verið goymdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, men í dag kom Maria Skaalum Petersen, granskari, sum stendur fyri verkætlanini, niðan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við teimum íalt 1.075 blóðroyndunum.
Fríggjadagin kom analysutilfarið, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal brúka til at kanna blóðroyndir fyri andevni móti koronavirus, umsíðir úr Kina. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú gjørt analysuna klára, og kann tí í dag byrja kanningarnar av COVID-19 andevnum. Úrslitini av hesi kanningini verða væntandi tøk mitt í næstu viku.
Um korona andevni
Verður kroppurin álopin av bakterium ella virus, verður andevni (immunoglobin) framleitt.
Við at máta andevni móti korona virus í eini blóðroynd, ber til at siga um persónurin hevur verið smittaður við covid-19.
Nakrir dagar ganga frá tí, at ein er smittaður, til andevni verða framleidd í kroppinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











