Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Rósa Samuelsen: Vit styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag

Innanlands, Lesarabrøv, Mentan | 21/05-2020 23:00
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, Sambandsflokkurin.

Vit kunnu fegnast um, at lógin um Almannatrygd og tænastur og aðrar fylgilógir, nú eru samtyktar - hetta hendi á løgtingsfundinum í gjár.

Bulurin í lógini er menning og endurmenning (rehabilitering), har borgarin skal takast við upp á ráð, fáa eina skjóta og góða ráðgeving og í heila taki stuðlast, fyri at kunna liva eitt so vanligt lív sum gjørligt, á tí støði, sum borgarin er.

Viðlíkahaldsvenjing, sum er ein sera týðandi partur av lívsgóðskuni, verður nú eisini ein partur av lógini. 

Tann  samskipandi parturin í lógini er sera týdningarmikil og ikki minst ráðgeving til borgaran og avvarðandi, um hvørjar tænastur út frá heildarætlannini, sum borgarin hevur tørv á, skal hava. Serligani fyri borgarar, sum i longri tíðarskeið hava brúk fyri hjálp, er nógv vunnið. 

Sum støðan hevur verið, so hevur tað verið uppgávan hjá borgarunum, og ikki minst teirra avvarðandi, at samskipa tær tænastur, har tey sjálvi oftani hava verið noydd at søkja um ymiskar tænastur, sum tørvur hevur verið á. 

Enn vantar kortini tann yvirskipaða samskipanin - vit eru samd um, at hesin parturin er sera týdningarmikil. Sjálvt um lógin ásetur samskipan innan almannaøkið, og samstarv við onnur økir, sum heilsuverk, skúli og barnavernd v.m., so er neyðugt fyri borgarin at fáa ein óheftan yvirskipaðan samskipara, sum kann veita borgarum og avvarðandi ráðgeving og fylgja upp uppá tær tænastur ella broytingar, sum eru neyðugar fyri borgaran.

Eg vil takka landsstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyri gott arbeiði og samstarv.

Sambandsflokkurin fegnast  um, at tey lyfti vit hava givið til borgaran innanfyri almannaøkið, nú eru uppfylgd - og at vit við nýggju lóggávuni kunnu styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag.


Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (42) - 25. mai 2020
Vespureiðrið (135) - 25. mai 2020
Bilaleigu­felag mist nógv undir koronakreppuni
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (viku 22)
Samrøða við Hanus Kjølbro - Tekur 1 ár at gerast skip­satstøðari á Sjónámi
Søguligt herskip funnið á 4 kilometra dýpi
Søgan um festið í Oyndarfirði
Framleiðir seingjarkistur til koronadeyð
The Land of Maybe – No More
Koronasmittan komin umborð á skip hjá Maersk
Teir selja land og seg sjálvar
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 24. mai 2020
Tíðindi á R7 klokkan 20:00
Ókeypis webinar við Bárði Persson: “Trín fram, so tað stendur eftir”
Orkuprát um sjóvarfallsorku
Djórini skulu hava tað gott
Farmaskip úr Polen álopið í Guineaf­lógvanum
Brasilski forsetin noktar at taka ábyrgd
Fleiri hava fingið arbeiði í Nuuk undir koronakreppuni
Twitter setir merki á boð frá Donald Trump
Bátabrýr­nar frá 1973 hava tænt fyri seg
Lands­stýris­maðu­rin sett nýtt Fólka­heilsuráð
Starvs­fólk hjá Tvøroyrar kommunu heiðrað
Samrøða: Theresa Turidardóttir Kreutzmann, um ferðavinnu í Suðuroy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi