Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bjørt Samuelsen: Hópuppsagnir - hvar blívur avtalaða hjálpin av?

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur, Vinnulív | 21/05-2020 15:00

So gjørdist enn ein hópuppsøgn í ferðavinnuni veruleiki! Nú má landsstýrið siga vinnuni og starvsfólkunum har, nær hjálparpakkin til ferðavinnuna kemur, og boða greitt frá, um  nøkur ætlan er at leingja ALS-skipanina, og stuðulin til rakstur.

Hesar skipanir eru púra avgerandi, skulu sleppa undan, at eitt stórt arbeiðsloysi tekur seg upp í kjalarvørrinum av koronakreppuni. Øll meiningin við at standa saman um hjálpina til vinnuna, var at tryggja arbeiðsplássini.

Í morgin verða munnligir fyrispurningar í Løgtinginum, og tá fer undirritaða at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, um hann kann koma við greiðum boðum um:

1.      Er ætlanin at leingja serligu koronaskipanina í ALS, so hon verður galdandi longur enn til 30. juni?

2.      Hvussu leingi hugsar landsstýrismaðurin, at skipanin við stuðli til rakstur skal vera galdandi?

3.      Nær væntar landsstýrismaðurin, at hjálparpakki 3 verður klárur og kann setast í verk?

Seinastu vikurnar hava fleiri størri uppsagnir verið í privatu vinnuni, serliga í ferðavinnuni. Nú er Atlantsflog komið afturat røðini av fyritøkum í ferðavinnuni, sum siga fólki úr starvi, og ikki færri enn 90 fólk verða uppsøgd hjá almenna flogfelagnum. Fleiri aðrar fyritøkur umhugsa tað sama. Uppsagnartíðin fyri sáttmálasett størv er oftast fleiri mánaðir, og tí er avgerandi, at vinnan so skjótt sum til ber veit, hvussu leingi stuðulskipanirnar fara virka, og hvørji átøk møguliga eru ávegis, at bjarga arbeiðsplássum á teimum stóru vinnufyrtøkunum.

Serstaka COVID19-skipanin í ALS fer sambært lógini úr gildi 30. juni - tað er um fáar vikur. Stuðulsskipanina til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19  hevur landsstýrismaðurin heimild at seta úr gildi við kunngerð. Tá skipanin kom, var hon eisini ætlað at vera galdandi tríggjar mánaðir, og enn eru eingi boð komin um, hvørt ætlanin er at leingja hesa. Henda skipan er tí best egnað til smærri fyritøkur. Tað hevur alla tíðina verið arbeitt út ífrá, at neyðugt var við eini munadyggari hjálp til størri fyritøkurnar, skal tað eyndast at bjarga arbeiðsplássum í hundraðtali.

Og arbeitt verður við einum hjálparpakka afturat, sambært løgmanni. Enn hava flokkarnir á tingi tó ikki havt høvi at kunna seg um innihaldið, men størstan týdning hevur tað, at vinnan veit, hvat hon kann rokna við, serliga ferðavinnan, nú boðini á seinasta tíðindafundinum vóru, at ætlanir enn ikki eru at lata upp fyri ferðing frá grannalondum, heldur ikki teimum, ið eru smittufrí. Tað merkir, at ferðavinnuárið 2020 so gott sum er farið fyri skeytið, og nú er at standa saman um, at meginparturin av arbeiðsplássunum ikki fara sama veg.

Bjørt Samuelsen

forkvinna í vinnunevndini


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi