Fleiri hava fingið arbeiði í Nuuk undir koronakreppuni
Í Nuuk í Grønlandi kom koronakreppan fiskivinnuni væl við. Samstundis um fleiri mistu arbeiðið, er abeiðsloysistalið í Nuuk bara tvey arbeiðsleys hægri í dag enn áðrenn koronakreppuna.
Í fiskivinnuni hava tey havt tørv á arbeiðsfólki leingi, t.d. á fiskavirkjum. Undir koronakreppuni eru fleiri av teimum, sum hava mist arbeiði, farin í arbeiði á fiskavirkjum.
Uppsagnir á matstovum komu soleiðis fiskivinnuni væl við, skrivar Sermitsiaq.
- Seinastu fimm árini hava vit bygt upp eina professjónella og virknað arbeiðsmarknaðardeild, sum hevur fokus á at fáa arbeiðsleys í arbeiði sum skjótast. Tað er grundin til, at arbeiðsloysið er so lágt í Nuuk, sigur Charlotte Luevigsen.
Arbeiðsloysið í Nuuk er lægri í dag enn í mai fyri einum ári síðani, skrivar Sermitsiaq.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur