Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nýtt ferðaátak fyri okkum í Føroyum

Innanlands, Mentan, Vinnulív | 22/05-2020 18:00

Savningarstaðið fyri føroysk ferðavinnutilboð, Guide to Faroe Islands, og nakrir av fremstu føroysku ferðavinnuveitarunum taka nú eitt óvanligt stig fyri at blása lív í føroysku ferðavinnuna, sum í løtuni liggur mestsum í dvala. 

Á síðuni www.ferðastíføroyum.fo ber til hjá føroyingum, sum brellast eftir at ferðast í egnum landi, at velja millum 7 ymiskar ferðapakkar kring landið. Hesir fevna m.a. um gisting á gistingarhúsi, upplivingar úti í náttúruni, og góðar matarupplivingar. Talan er um pakkar til serprísir, og teir leggjast afturat komandi tíðina.

Hugskotið at gera eitt átak fyri at stimbra undir føroyska innanlands ferðavinnu birtist, nú veitarar í tveir samfullar mánaðir støðugt hava fingið boð um avlýsing omaná avlýsing frá útlendskum ferðandi, og lítið var at síggja fram til.

- Nú tað gjørdist greitt, at landamørkini ikki verða latin upp, og at so at siga ongar bókingar fara at koma umvegis Guide to Faroe Islands til føroysku ferðavinnuveitararnar í summar, er átakið “Ferðast í Føroyum” eitt upplagt høvi hjá føroyingum at uppliva nakað av tí, sum føroyska ferðavinnan hevur at bjóða - alt til serprís, boðar Guide to Faroe Islands frá.

Tilboðini kunnu longu nú síggjast á heimasíðunum www.ferðastíføroyum.fo og á www.guidetofaroeislands.fo.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Farmurin var sandur, grús og bátar
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Eitt er neyðugt
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi