Klaksvíkar kommuna fingið fult viðhald
Loksins er avgerð komin frá kommunala eftirlitinum viðvíkjandi keypinum hjá Klaksvíkar kommunu av veghæddini og kjallaranum í bygninginum á Biskupstorgi. Úrslitið er, at kommunan fær fult viðhald frá myndugleikunum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur á heimasíðuni soleiðis um avgerðina:
– Hetta er tað, sum vit alla tíðina hava væntað, men tað er kortini ein stór gleði, at ein niðurstøða endiliga er komin, so vit kunnu fara í gongd við ætlaða virksemið í veghæddini á Biskupstorgi, sigur Jógvan Skorheim.
Talan er um eitt mál, sum hevur ligið hjá eftirlitinum í langa tíð og hevur seinkað víðari menningini av økinum á Biskupstorgi, har ætlanin er at høli, sum ikki longu skulu brúkast av kommununi, skulu leigast út til vinnurekandi. Og í næstum verða hesi høli altso boðin fram.
Borgarstjórin heldur, at frágreiðingin hjá eftirlitinum er víðfevnd og breið.
- Um tað allar mesta eru vit púra samd. Viðvíkjandi luttøkuni hjá kommunum í bygging saman við Bústøðum eru vit tó ikki heilt samd, men í málinum um veghæddina og kjallaran í Biskupstorgi fegnast vit bara um, at kommunala eftirlitið endiliga er komið til somu niðurstøðu um veghæddina, sum Klaksvíkar kommuna gjøgnum langa tíð hevur víst á, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











