Talgild avbjóðing fyri at hjálpa upp á korona-fylgjur
Kreativ ung, sum búgva út ímóti norsku strondini, eru boðin við í eina 48-tímar langa kapping, sum gongur fyri seg á netinum í komandi viku. Kappingin hevur heitið “North Atlantic Corona Challenge.
Tað ber longu nú til at melda seg til kappingina, sum verður frá 29. til 31. mai.
North Atlantic Corona Challenge er ein liðkapping, har í mesta lagi fimm fólk kunnu vera á hvørjum liði. Og kappingin eru fyri ung millum 18 og 30 ár úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Skotlandi og Stranda-norra.
Tað, sum kappingin snýr seg um, er at sniðgeva, kanna og at seta nýskapandi hugskot í verk, sum kunnu bjarga lívi, samfelagi ella búskapi undan avleiðingum, sum kunnu standast av koronakreppuni her í norðurlondum.
Kappingin er serliga ætlað teimum, sum kenna til at forrita, ella hava vitan innan datasniðgeving, heilsufakið, verkfrøði, at stovna egið virki, ella annað viðkomandi.
Endamálið er at fáa hugskot og loysnir, sum kunnu hjálpa uppá serliga viðkvæm øki í hesum tíðum. Tað kann t.d. vera at verja ímóti einsemi ella at gera tað lættari at kanna fyri koronasmittuna.
Trý tey bestu hugskotini vinna peningaupphæddir.
Tað eru NORA, sum er stytting fyri Norðurlendskt atlantssamstarv, og Highlands and Islands Enterprise í Skotlandi, sum skipa fyri stóru kappingini, og m.a. Klaksvíkar kommuna og stuðulsstovnurin, sum Tórshavnar kommuna, Reykjavík og Nuuk í felag varða av, stuðla kappingini.
Meira er at frætta á coronachallenge.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











