Bátabrýrnar frá 1973 hava tænt fyri seg
Í morgun var farið undir at tøma bátabrúgvarnar, sum hava ligið í gripanum norðanfyri heimaru bryggju. Tær eru gjørdar úr beton og opnar innan, so neyðugt er at tøma tær eftir tørvi, tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
- Hesar bátabrúgvarnar hava sanniliga tænt fyri seg. Tær komu í 1973 og tá varð sagt, at tær vóru egnaðar til bátar, sum ikki vóru størri enn tíggjumannafør.
Men sum árini liðu, lógu bátar við tær, ið vóru væl størri enn tíggjumannafør. Hetta kláraðu gomlu brúgvarnar ikki, og tað var so eisini viðvirkandi til, at tær vórðu skiftar út í 2017 við tær snotiligu bátabrúgvarnar, ið nú hópin av stórum stuttleikabátum liggja við, hvørs tal bara er økt, sum frá er liðið.
Tær gomlu brúgvarnar vórðu boðnar til sølu, og ein teirra er seld. Restin verður nú beind burtur eftir 44 ára tænastu, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Myndir: Klaksvíkar kommuna.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











