Føroysku sjúkrahúsini skulu hava nýggj nøvn
Ert tú orðasmiður og dámar væl at spæla við orð? So kanst tú vera við í navnakappingini um at smíða nýggj nøvn til sjúkrahúsini í Føroyum.
Eitt samlað sjúkrahúsverk
Í 2018 vórðu Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið skipað undir felags leiðslu og sum eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk.
Ein avgerandi lutur í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika. Ein samleika, ið er felags fyri øll sjúkrahúsini. Tí verður sóknast eftir nýggjum nøvnum, sum knýta hesi saman í eina savnaða heild, boðar Sjúkrahúsverk Føroya frá í dag.
Nøvn, sum smitta
Tað er ikki bara sjúka, ið smittar. Vælvild smittar eisini: Ein hjálpandi hond, eitt herðaklapp, eitt lítið bros. Tá nýggju nøvnini verða almannakunngjørd, er ætlanin, at tey verða væl móttikin og falla væl í oyrunum.
Nýggju nøvnini skulu knýta tey trý sjúkrahúsini saman. Tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini (t.d. Klaksvík, Tórshavn, Tvøroyri) – ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Einasta treytin er, at nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum rigga saman.
Virðislønin er samlað kr. 10.000 – umframt stóra heiðurin at hava givið føroysku sjúkrahúsunum navn.
Treytir
Umframt einfalt orðfimi skulu nýggju nøvnini lúka hesar treytir:
• Tey skulu falla væl og ikki vera ov long
• Uppskot skulu latast inn við frágreiðing um, hví nøvnini eru hóskilig
Nevndin, ið metir um uppskotini, er mannað við sjúklingaumboðum, umboðum úr sjúkrahúsverkinum og málkønum. Nevndin letur landsstýrismanninum í heilsumálum tilmælini, síðan tekur hann støðu til nýggju nøvnini.
Freistin at senda inn uppskot er 12. juni 2020 kl. 12. Síðan verða uppskotini viðgjørd, og vinnandi nøvnini kunngjørd seinast í julimánaði.
Uppskot til navnakappingina kunnu latast sjúkrahúsunum á Tvøroyri, Klaksvík ella í Havn í afturlatnum brævbjálva. Merk brævbjálvan “Navnakapping”. Uppskot kunnu eisini verða send við telduposti til ks@ks.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











